Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.04.2025 12:27

Sexchikana og sexisma – gentur og kvinnur skulu kunna kenna seg tryggar í Føroyum

Tíðindaskriv

Seinastu mánaðirnar hava vit hoyrt um fleiri kvinnur, sum eru fyri sexchikanu og sexismu á arbeiðsplássum og á sosialum miðlum. Tær kvinnur, sum hava staðið fram, eiga stórt rós uppiborið fyri teirra dirvi at siga frá alment. At bróta tøgnina og harvið fáa henda  samfelagstrupulleika fram í ljósi er fyrsta stig á leiðini at basa sexchikanu og sexismu í Føroyum.

Sexchikana og sexisma skulu ONGANTÍÐ góðtakast! ØLL – eisini gentur og kvinnur – skulu vera trygg í okkara samfelagi. ØLL– eisini gentur og kvinnur – skulu trygt kunna fara á útbúgvingarstovnar, arbeiðspláss, frítíðaríttriv, ítrótt, býarlív, náttarlív o.s.fr. uttan at óttast  sexchikanu ella sexismu. Vit, kvinnufeløg í Føroyum, taka staðiliga frástøðu frá sexchikanu og sexismu.

Sexisma er eitt útbreitt fyribrigdi um alt landið og á nógvum arbeiðsplássum. Sexisma stingur djúpt í samfelagnum, og er við til at skapa gróðrarbotnin fyri mismuni og chikanu, herundir eisini seksuellari chikanu. Grundleggjandi, er hetta tekin um manglandi virðing fyri  samtykki og byggir eisini á sexistiskar ímyndir um at menn hava “rætt til” kvinnukroppin.

Tað er sera týdningarmikið, at tey, sum uppliva sexchikanu á arbeiðsplássinum og aðrastaðni kunnu boða frá hesum á ein tryggan hátt.  
Harnæst er týdningarmikið, at málini hjá teimum, verða viðgjørd á rættan hátt.

Vit mæla til, at landsstýrisfólkini í javnstøðumálum og arbeiðsmarknaðarmálum beinanvegin taka stig til at gera eina kanning, sum lýsir, hvussu umfatandi sexchikana og sexisma eru í Føroyum. Henda vitan er týdningarmikil at hava við í arbeiðinum at gera nakað munadygt við at basa sexismu og sexchikanu og harvið basa teimum trupulleikum,  sum standast av hesum í Føroyum.

Tað er eitt framstig, at kynsligur ágangur verður nevndur í uppskotinum til kunngerð um sálarligt umhvørvi. Men hetta er als ikki nokk. Tørvur er á, at tað verður ásett í lóg, at seksuel chikana er ólóglig.

Vit mæla til:
* At tað verður ásett í lóg, at seksuel chikana á arbeiðsplássum er 
ólóglig.
* At tað verður ásett í lóg, at arbeiðsgevarar – bæði almennir og 
privatir – skulu gera reglur um, hvussu mál um sexchikanu á 
arbeiðsplássinum skulu handfarast.
* At ein kanning verður gjørd, sum lýsir, hvussu umfatandi sexchikana og 
sexisma eru í Føroyum

Vinaliga

Kvinnufelagið í Havn, Kongshavnar kvinnufelag og Sørvágs kvinnufelag