Soleiðis sigur royndi politikkarin, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaðurin fyri Tjóðveldi, Signar á Brúnni, nú hann loysir frá posabandinum.
Hann situr heima í stovuni í Fuglafirði og hevur eygleitt politisku støðuna seinastu árini, frá síðulinjuni – ella úr eygunum hjá einum eysturoyingi- og heldur, at hetta er ein trupul støða sokallaði fiskivinnu-og verkamannaflokkurin er komin í.
–Tað eru fleiri ting eg eri stúrin um í hesum døgum.
–Eitt er tann vánaliga umboðanin Eysturoyggin hevur á landsins høga tingið. Men eisini hvussu mín egni flokkur ikki er til at kenna aftur, nú hann hevur hekta seg rimmar fastan í Javnaðarflokkin.
–Og so eisini tann stóra og veksandi polariseringin, sum er millum útjarðarin og Havnina í dag.
Signar er gamal í garði, tá ið tað kemur til politikk. Hann hevur slitið bonaðu gólvini væl og virðuliga upp, bæði í løgtinginum og úti í landsstýrinum.
Hann hevur bæði sitið í politiskum andróðrum, havt vind í seglinum og onkuntíð hevur hann eisini staðið mitt í onkrum politiskum óðnarveðri.
Hann var valdur inn á ting fyrstu ferð í 1970, bert 25 ára gamal. Hann sat sum løgtingsmaður tíðarskeiðini frá 1970-1980 og so aftur frá 1984-2002, undantikin skeið sum landsstýrismaður.
Hann var landsstýrismaður í orku-, umhvørvis- og skúlamálum í 1989. Í skúla-, mentanar- og umhvørvismálum í 1989-1991. Í umhvørvis-, orku- og kommunumálum 1993-1994 og í undirvísingar- og mentamálum í 1998-2000.
–Nú verða avgerðirnar tiknar, mest sum bert av akademikarum.
Signar á Brúnni
Akademikarar hava miðsavnað maktina í høvuðstaðnum
Hann sigur, at tað var ein keðilig avgerð at gera Føroyar til eitt valdømi.
–Eg má verða erligur. Tað tiltalaði meg tá hetta var gjørt, men tað bleiv tíðanverri ikki sum eg vónaði.
Hann sigur at hetta hevur skeikla politiska landslagið til tað verra. Maktin er nú mestsum øll flutt til Havnar, á Tinghúsvegin, báðumegin ánna á Vaglinum.
–Nú verða avgerðirnar tiknar, mest sum bert av akademikarum.
Hann sipar til avgerðir, sum persónar allaroftast ikki hava innlit í, tá tað kemur til mál, sum hava við útjarðarar ella framleiðsluføroyar at gera.
–T.d. at akademikarar skulu standa fyri at stýra fiskivinnuni, meðan fiskimennirnir og tey sum hava skil fyri tí vinnuni, verða sett uttanfyri. Hvat er tað fyri nakað?
–Nú eru tað felagsskapir av øllum ymsum slag og einstaklingar í sjálvdrátti, sum húsast í høvuðstaðnum, sum nú lættliga fáa trýst sína agenda ígjøgnum, uttan at útjarðarin fær gjørt nakað sum helst.
Hetta er eitt rák, sum ikki bert snýr seg um vinnuna, har hann heldur at hansara egni flokkur hevur snarað sær alt ov nógv til vinstru. Men so sanniliga eisini um mentanina og sjálvt familjulívið sum heild, heldur hann.
Og hetta er nakað sum hann als ikki kennir seg aftur í. Eitt rák sum er komið uttanifrá, inn í politikkin, og sum hevur skeikla tað sokallaða siðbunda samfelagið.
–Hetta rákið hevur veruliga fest røtur í høvuðstaðnum, meðan vit síggja samanbrestirnar frá hesum rákinum, sum dag og dagliga eisini roynir at festa røtur úti á bygdunum runt landið.
Javnaðarflokkurin er ikki rætta loysnin
Tá tað kemur til núverandi samgongu og tað samansetingina av teimum trimum flokkunum; Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn. So heldur hann, at tað má verða aðrir møguleikar at samstarva við, enn bert við Javnaðarflokkin. Nakað sum Tjóðveldi hevur havt lindið til at gjørt alt ov nógv av, eftir hansara tykki.
–Um aðalmálið og stevnumiðið hjá flokkinum er at klára okkum sjálvi og at ráða yvir egnum landið, so má samstarvast við flokkar sum eru sjálvstýrissinnaðir og halda nøkulunda tað sama sum Tjóðveldi.
–Eg valdi altíð sjálvstýrishugssjónina fyrst, síðani vinstra/høgra. Men flokkurin í dag ger beint tað øvugta.
-Samríkisflokkar, tað sigur seg sjálvt, teir vilja ikki fult sjálvræðið. So við teimum koma vit ikki á mál.
Annars er hann eisini stúrin um fíggjarligu gongdina í dag. Eitt nú viðvíkjandi øllum politisku lyftinum sum samgonguflokkurin hjá Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin, hevur lovað. Har flokkurin lovar at pengar skulu gevast út í eyst og vest.
–Alt millum himmal og jørð verður lova: m.a. eitt nú at børnini skulu fáa vetrarferiu osv. Hetta ber slett ikki til, heldur hann.
–Vit kunnu ikki bara geva eftir, vit mugu heldur tátta í ístaðin.
Knorklut politiskt handalag
-Virðingin fyri politikkarum og teimum eldru var størri fyrr.
Hann nevnir m.a. Jóhan Simonsen, Finnboga Ísakson og Petur M. Reinert.
-Tá eg var ungur, so lurtaðu teir ungu eftir teimum eldru.
-Og menn, tá vóru tað mest menn í løgtinginum, teir tosaðu saman áðrenn nakað bleiv gjørt. Onkuntíð var orðaskifti hart. Men tað var alt gjørt innanveggja.
–Eg haldi at núvernadi Fiskimálaráðharri hevur verið sera óheppin í fleiri málum, hóast hann bert hevur verið í landspolitikki í stutta tíð.
-Tað kundi bent á, at hann ikki dugur tað politiska spælið enn. Men hann er ikki einsamallur. Aldeilis ikki. Vit hava jú eisini sæð ein samgongulim hjá Framsókn hótt við missálitið á sína egnu samgongu síðstu dagarnar.
–Annars so var eg ógvuliga skuffaður, tá ið Tjóðveldi valdi landstýrisfólk til hesa samgonguna.
Signar á Brúnni
Hann heldur, at hetta vísir týðuliga, at hesir mennirnir ikki hava skilt hvussu politiska arbeiði eigur at verða gjørt.
–Eg haldi, at alt ov nógv órógv er rundanum hesa samgonguna, í so øguliga nógvum málum eftir hondini. At fyri hvønn dag sum gongur, gerst tað bara verri og verri at skilja hvat gongur fyri seg.
–Annars, so var eg ógvuliga skuffaður, tá ið Tjóðveldi valdi landstýrisfólk til hesa samgonguna.
Her sipar hann til, at flokkurin valdi at velja tvey fólk úr Vági í landsstýri.
–Alt gott um Vág og tey bæði fólkini sum blivu vald. Men hví var eingin valdur at umboða Eysturoynna? Størsta vinnulívsoyggj í landinum og við gott 23% av øllum íbúgvunum. Tað má eg siga, tá leyp ketan hjá mær av!
Hann sigur annars, at hansara egni flokkur ikki kom væl frá sínum útsøgnum um yvirskot á fíggjarlóguni.
–Tjóðveldi, tá tey vóru í andstøðu, rópti tey hart upp um, at hetta mátti halda uppat við einum hallið á fíggjarlóguni.
–Tosa var við stórum bókstavum um, hvussu vánaligt tað var av fyrrverandi samgongu, ikki at kunnu hava yvirskot á fíggjarlóguni í góðum tíðum. Meðan tey nú sjálvi í dag, hava, kanska ljót sagt, spælt fallitt, við sjálvi at koma við einum undirskotið í ár. Eisini í sera góðum tíðum.
Hann er bangin fyri, at tað er serliga Javnaðarflokkinum fyri at takka, at fíggjarlógin gevur eitt hall. Tí hann heldur, at flokkurin er tann, sum hevur givið flestu lyftini, og sum oysir pengar út til høgru og vinstru.
–Eg eri stórliga bangin fyri, at vit koma í stórar trupuleikan av hesum. Eg eri stúrin. Nakað sum eg ikki plagi at verða.
–Vit skjóta okkum sjálvi í fótin. Fleiri ferðin enn tá. Serliga tá eisini verður hugsa um Russlandssáttmálan og at vit nú hava bannað russarum at koma til bryggju. Har fara vit at missa nógvar milliónir. Fyri hvat? Vit koma so ikki at steðga nøkrum kríggji.
-Hví kunnu vit ikki gera líka sum norðmennirnir?
Hvat er hetta fyri nakað, sum hendir í samgonguni og hjá mínum egna flokki, spyr hann undrandi til seinast.

Ein stuttlig søga
–Nú skal alt ikki verða so dapurt frá mær.
-Eg kann fortelja eina stuttliga søgu, sum eg ikki havi fortalt alment áður.
–Eg skuldi einaferð havt verið til ein fund í Havn, sum útróðrarmennirnir høvdu kallað inn til. Hetta var mitt í 70´inum.
–Men tað lá tíðanverri ikki fyri hjá mær at møta til tann fundin. Og ein politikkari sum ikki gloymdi, at eg ikki møtti til fundin, var Adolf Hansen av Toftum.
–Einaferð síðst í 70´inum høvdu vit so valfund í fimleikahøllini í Fuglafirði. Tað stóra útróðrarverkfallið var í 1975 og tað leikaði ólukksáliga hart á. Adolf Hansen stóð tá á odda fyri tí. Hann var ein maður sum dugdi væl at tosa og dugdi at fáa fólkið við.
–Adolf Hansen, sum var valdur inn fyri Framburðs- og Fiskivinnuflokkin var so komin á veljarafund her í Fuglafirði.
–Hann sigur so einaferð hart við allar fuglfirðingar sum eru á hesum veljarafundinum: -“Í 1975 tá í verkfallið var. Vita tit hvar Signar Hansen (nú á Brúnni) var, tá ið verkfallið var uppá tað harðasta?”
–Tað var púra kvirt í salinum. –“Tað skal eg fortelja tykkum, hann málaði húsatekjuna hjá sær tá!”
–Og alt fólkið brast út úr at flenna. Og tað bleiv ein sovorðin látur í salinum. Tað var fyrstu ferð eg sá Adolf Hansen bliknað.
–So sigur hann við meg, “Signar, hvat segði eg skeivt her?”
Eg segði við hann, “Signar málar ikki flagtekju”
Hann visti ikki av tí, at húsini hjá mær altíð hava havt flagtekju!