Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.01.2025 10:51

Simon Girke Jørgensen til Skála ÍF

Mynd: Skála ÍF

Skála skrivar:

Simon Girke Jørgensen hevur undirskrivað 2 ára sáttmála við Skála ÍF.

Simon er 19 ára gamal, hann er ein offensivur leikari, við góðum bóltførleika og tekniskt dugnaligur.

Hann innleiddi sína fótbóltsleið í OB. Í fjørð skifti hann síðani til føroyskan fótbólt, har hann spældi við FC Hoyvík.

Felagið fegnast um at fáa Simon á liðið og vónar at tikið verður væl ímóti honum.