Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.03.2025 16:02

Símun Lassaberg settur at samskipa landsliðsvenjingarnar hjá Føroya Brigdesambandi

Mynd: Føroya Brigdesamband

Tíðindaskriv

Símun Lassaberg og Føroya Brigdesamband hava skrivað undir sáttmála um samskipan av venjingum hjá føroyska bruttolandsliðshópinum.

Høvuðsábyrgdin hjá Símuni verður at leggja skipaðar venjingar tilrættis, undirvísa og vegleiða leikarunum. Partur av uppgávuni hjá samskiparanum er at samskifta við leikarar um menningarynskir, soleiðis at venjingarnar verða málrættaðar og tilpassaðar einstøku leikarunum. Venjingar verða hildnar í snotuligu Brigdhúsinum í Havn og á netinum.

Símun Lassaberg er bæði ein íðin bridgeleikari og hevur í fleiri umførum verið partur av føroyska bridgelandsliðnum. Hann hevur eisini havt ábyrgd av at skipa venjingar og undirvísa innan brigde.

Nevndin í Føroya Brigdesambandi fegnast um avtaluna við Símun og ynskir honum blíðan byr.