Sjóvar Kommuna
Minnist tú, hvat hendi í januar? Tá ein tíggjundapartur av øllum føroyingum fóru til Berlin?
Tað gera vit.
Fyri eina hondbóltskommunu sum okkara var hetta helst størsta ítróttarliga hending nakrantíð.
Bert tvær kommunur vóru umboðaðar við leikarum á liðnum, Sjóvar kommuna var onnur. Tveir leikarar av Strondum, uppvaksnir í okkara stolta felagi, St.Í.F.
Nú hevur kommunan keypt blusurnar, sum Allan og Kjartan spældu í í Berlin, og tær skulu fyribils hanga til heiðurs og æru á kommunuskrivstovuni. Hvør veit, kanska koma tær einaferð at hanga í ítróttarhøllini á Strondum?
