Í fleiri ár hevur verið skipað fyri Útiviku í Sjóvar kommunu. Nógv tiltøk eru farin afturvið, og felags fyri tey øll eru, at tiltøkini hava verið fyriskipað úti undir opnum himli.
Í ár er ætlanin at broyta Útivikuna til ”Kom-út-vikan”. Við hesum fara vit frá bert at fyriskipa tiltøk undir opnum himli til eisini at fyriskipa tiltøk innanveggja. ”Út” fer nú frá at meinast við at verða uttandura, til at sipa til, at vit koma úr egnum húsi.
”Kom-út-vikan” verður dagarnar 18.-26. mai. Nógv ymiskt er longu komið á skránna, men enn er pláss fyri fleiri tiltøkum. Eins og seinasta ár fara vit at heita á tykkum, um at siga frá til bardur@sjovar.fo ella ringja á tlf. 232725, um tit hava eitthvørt tiltak til skránna. Tað er als ikki neyđugt, at tiltakiđ er stórt og samlar nógv fólk. Heldur ynskja vit fleiri smærri tiltøk á skránna. Einans hugflogið setur mark fyri innihaldinum á tiltakinum, og einasta treyt, vit seta, er, at ein fyriskipari er til tiltakið.
Ynskiligt er, at skráin fyri ”Kom-út-vikuna” verđur stór og fjølbroytt, og tí vóna vit eisini, at undirtøkan at bjóða seg fram verður góð og fevnir um allar bygdir í kommununi. Seinasta freist at siga frá er fríggjadagin 10. mai.
Fyrsta tiltakið á ”Kom-út-vikuni” er ruddingardagurin, sum verður leygardagin 18. mai.
Skráin fyri ”Kom-út-vikuna” verður kunngjørd seinni.