Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.12.2024 13:28

Skála kirkja: ”Vit syngja jólini inn” 

”Vit syngja jólini inn” sunnukvøldið 8. des. 2024 kl. 18

Á skránni eru kendir jólasálmar og jólahugleiðingar frá Annu Jacobsen – skálagentan, sum bleiv leirvíkskona.

Afturvendandi tiltakið ”Vit syngja jólini inn í Skála kirkju” verður komandi sunnukvøld kl. 18. Sungnir verða góðir, kendir jólasálmar – bæði eldri og nýggjari – við fjølbroyttum undirspæli, sum lokalir tónleikarar taka sær av.

Eisini fer Anna Jacobsen, uppvaksin á Skála og búsitandi í Leirvík, at hava jólahugleiðingar. 40 ára gomul var hon útlærd sum sjúkrarøktarfrøðingur. Hon hevur fyri tað mesta arbeitt í heimarøktini. Í tveimum umførum hevur hon eisini arbeitt sum sjúkrarøktarfrøðingur í Grønlandi.

Umframt arbeiði, hús og heim, børn og ommubørn, hevur Anna nógv spennandi áhugamál: t.d. at vera í báti, at ganga á fjøllum – hon hevur verið á øllum teimum 340 føroysku fjallatindunum – og so hevur hon eisini í heyst gingið 242 km longu Camino-rutuna í Portugal.

Streingjakórið í Meinigheitshúsinum á Skála, sum nú í heyst hevði 45 ár á baki, framførir eitt jólalag og syngur harafturat kór-røddir til 4 av teimum 8 felagssálmunum, sum eru á skrá til løtuna.

Tiltakið varir væntandi ein góðan tíma, og aftaná bjóðar kirkjuráðið drekkamunn í hugnaliga kirkjukjallaranum við rísalamangi afturvið. 

Fyrireikararnir vóna og vænta, at nógv fólk koma við til hetta jólaliga tiltak, sum sjálvsagt er ókeypis.

Spjaldur