Kom við og renn dunnurestir o.a. av aftur. Soleiðis siga fyrireikararnir um ársins fyrsta 1/2 maraton.
Tað er í morgin, leygardagin 11. januar, at Skechers Performance 1/2maraton verður runnið.
Byrja verður kl. 11.00.
Hetta er fyrsta av teimum fimm árligu 1/2maraton í Føroyum.
Fullførir tú øll fimm, verður eitt serligt heiðursmerki handa tær til tað seinasta, sum er Føroya Vakrasta fyrst í september.
Tilmelding kann gerast á fif.fo, ella við startin, sum er við brandstøðina á Skála.
Málið er við býráðshúsið á Toftum.
Fyriskipararnir av kappingini eru Skósølan í Gøtugjógv – Roysnið og fif.fo.
