Myndir: Eysturoyarportalurin
Tað var tann 22. september í fjør, at borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, loysti fyrsti bøkkin fyri Fjøruvegnum, sum fer ígjøgnum bygdirnar Runavík, Saltangará og Glyvrar.
Tað er Articon sum stendur fyri arbeiðinum. Í verkætlanini eru áleið 1.270 metrar av vegi við gongu- og súkklubreytum, jørðarbeiði – leiðingsarbeiði, ravmagnsarbeiði, gartnaraarbeiði og gongubrúgv um vegin.
Eftir ætlan skal tann tunga ferðslan leiðast gjøgnum Fjøruvegin í endanum av hesum árinum. Hetta fer at lætta stórliga um, har stóra ferðslan, í dag, øll fer ígjøgnum bygt øki har nógv fólk eru til gongu.








