Runavíkar kommuna
Mentanarvikan er í døgunum 21. – 27. apríl. Borðreitt verður við ørgrynnu av tiltøkum í øllum 15 bygdunum í kommununi fyri ymiskar aldursbólkar og áhugamál. Tiltøkini eru inni sum úti, bæði tíðliga og seint.
Prentaða skráin verður borðin út í hvørt húski í kommununi leygardagin 12. apríl.
Skráin er eisini tøk á heimasíðuni mentanarvikan.fo
Haldið tykkum dagførd á heimasíðuni.