Hátíðarløta var í skúlanum við Løkin í morgun.
Orsøkin var, at í vikuskiftinum var kapping í Skúlanum á Fløtum, har First Lego League Føroyar var hildin.
Úr Runavíkar skúla luttók 6.B úr skúlanum við Løkin. Úr flokkinum vóru trý lið meldaði til. Tað vóru Havriddarnir, Lego Hetjur og Aqua Dreams.
Børnini komu heim aftur við fleiri steypum í viðførinum! Og eitt av liðnum –Aqua Dreams– gjørdi ikki mætari enn at vinna 2. plássið, sum gevur teimum møguleikan at sleppa til Danmarkar at kappast víðari í desember.
Í morgun var so ein lítil hátíðarløta í Løkshøll fyri teimum, har borgarstjórin í Runavíkar Kommunu, Tórbjørn Jacobsen, var komin framvið at halda eina røðu og har næmingarnir síðani vóru heiðrarir saman við lærararunum, Maluni Oscarsdóttir úr Dalinum og Brynhild W. Djurhuus.
Myndir: Eysturoyarportalurin











