Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.11.2023 18:00

Skúlin við Streymin hátíðarhelt brúnna

Mynd: Sunda kommuna

Sunda kommuna

Skúlin við Streymin gjørdi nógv burturúr, tá ið brúgvin um Streymin gjørdist 50 ár. Hósvíkar og Hvalvíkar skúli vóru eisini við. Byrja varð í flokkunum har tey gjørdu seg kláran til dagin við ymiskum prýði. Síðani var frásøga á Torginum, har Edmund Joensen, Arnold Joensen og Elsebeth Maria Johannesen greiddu frá um brúnna og týdninginum hon hevur havt. Eftir hettar fóru øll skúgongu yvir til brúnna. Veðrið var av tí allar besta og dagurin var bæði stuttligur og læruríkur. 

Børnini í Skúlanum við Streymin høvdu skipað fyri eina framsýning, har tey høvdu teknað brúnna. Ótrúliga nógvar kreativar, vakrar og fittar myndir.     

Spjaldur