Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.03.2025 08:45

Skulu venda gongdini móti kekkum

René Shaki Joensen á Malsovicka Arena í Hradec Kralove í Kekkia - Mynd: www.FSF.fo

Fótbóltssamband Føroya

Fríggjakvøldið vandi føroyska manslandsliðið á Malsovicka Arena í Hradec Kralove, har Kekkia tekur ímóti leygarkvøldið klokkan 19:45.

Leygarkvøldið setir A-landsliðið við monnum sjøtul á undankappingina til HM 2026. Fyrsti dysturin er á útivølli móti Kekkia, sum á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA er nummar 42 í heiminum.

Føroyski hópurin kom til Kekkia seinnapartin hósdagin, og fríggjakvøldið varð vant á Malsovicka Arena í Hradec Kralove, ið er leikvøllurin, har dysturin skal spælast. Á Malsovicka Arena er pláss fyri 9.300 áskoðarum, og sambært fyriskiparunum verður nærum fullsett tá slovenski dómarin bríkslar í gongd.

Áðrenn venjingina fríggjakvøldið fekk FSF Varpið orðið á René Shaki Joensen, ið higartil er skrásettur fyri 60 dystir og 3 mál fyri A-landsliðið.