Tað var ein vátur seinnapartur í Marknagili, tá ið ólavsøkukappríðingin varð hildin leygardagin á ólavsøku.
Nógv ross vóru meldað til frá Sleipnir ríðingarfelag, hóast váta veðrið.
Fyrst vóru tað Simona Tornby og Kiljan, sum í einum sera spennandi rittið av trimum rossum, uppá hangandi hár, høvdu snútan frammanfyri, og vunnu við tíðini 18,56 sekund á 250 metrum.
Hendan tíðin varð so mikið góð, at 11 ára gamla Simona og hesturin Kiljan vunnu 2. plássið í tvíspor fyri ung.
Næsta heiðursmerki til felagið vunnu 45 ára gamla Anna Magnussen og hesturin Freyr á 500 metrum.
Anna og 14 ára gamli Freyr eru kend fyri at renna skjótt, og til ólavsøkukappríðingina var eisini góð ferð á, tey vóru bert 0,06 sekund aftanfyri nr. 1.
Í yngra endanum vóru eisini tvær av ungu damunum frá Sleipnir við fyri fyrstu ferð í trav.
Tað vóru 12 ára gamla Lív Gregersen Djurhuus sum reið á Dropa, og 13 ára gamla Teresa Svøðstein sum reyð á Tign.
Lív og Teresa hava fingið blóð uppá tánna og eru farnar at venja til næstu kapping.
Frá Sleipnir luttók eisini Siri S. Joensen á føroysku ryssuni, Skessu. Tær travaðu fínt, tíðin rakk akkurát ikki til at gera seg galdandi.
Tvær kappríðingar eru eftir í ár, og spennandi verður at fylgja við hvussu fer at gangast.
Her eru nakrar myndir frá degnum, sum Sleipnir ríðingarfelag hevur tikið.






