So fóru teir avstað aftur. Í morgun loystu bæði russusku skipini, sum hava ligið á Runavík síðani 23. september.
Leiðin liggur nú til Santa Pætursborg, har teir skulu umvæla báðar høvðusmotorarnar, verður upplýst frá havnaskrivstovuni á Runavíkar Havn.
Nivenskoye sleipar Ester, og tað fer at taka einar 9-10 dagar at koma til Russlands.


