Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.09.2024 19:22

Sjøtul settur á nýtt kappróðrarneyst í Norðragøtu

Borgarstjórin setti fyrsta grabban í (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen, setti í dag fyrstan grabban í, til nýggja kappróðrarneystið hjá kappróðrarfelagnum Tindi, sum skal byggjast á havnalagnum í Norðragøtu.

Tað var síðst í mai mánað í ár, at kommunan samtykti at byggja eitt nýtt nýmótans kappróðrarneyst.

Neystið skal verða í tveimum hæddum, og fer at hava góð og nýmótans venjingarhølir og umklæðingarrúm, umframt pláss til upp til allar bátarnar hjá felagnum í niðastu hædd.

Miðað verður eftir at niðasta hæddin skal verða liðug fyrst í komandi árið, so bátarnir kunnu standa inni, meðan alt húsið skal standa liðugt á heystið 2025.

Tað er byggifyritøkan Sp/f BMT sum stendur fyri arbeiðinum, meðan byggifyritøkan Sp/f Form sum skal standa fyri útgrevstrinum og stoypiarbeiðinum.

Hanna Jensen, forkvinna í Mentanarnevndini í Eysturkommunu, John Høgnesen, formaður í kappróðrarfelagnum Tindi og Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu (Mynd: Eysturoyarportalurin)