Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.10.2024 15:57

Spennandi stovukonsert í neystinum á Strondum 10. okt.

10. oktober verður eitt fjálgt og fløvandi tiltak í Sjóvarstovu á Strondum. Fyriskiparar eru Marjun Wolles og Ranvá A. Knudsen.  

Kvøldið bjóðar m.a uppá eina sera hugnaliga stovukonsert við Marjun Wolles og Niclas Hera, og eitt sera lekkurt køku upplivilsi frá Dreymakøkunum Hjá Ranvu. 

Heystið og tann myrka tíðin verður so tann reyðitráðurin til kvøldið og tað koma tit at síggja, smakka og hoyra í hølinum, køkunum og tónleiknum.  

Marjun Wolles sum er kend fyri at framføra heitan og hugnaligan tónleik, kemur at framføra ymiskar kendar føroyskar perlur og eisini kann væntast at nakrir útlenskir sangir verða at hoyra, her ímillum onkrir íslenskir. 

Niclas Heri, sum vit øll kenna og elska, kemur eisini at framføra nøkur løg á kvøldinum. 

Dreymakøkurnar koma so sannuliga eisini, at seta sín dám á kvøldið við leskibitum. Ranvá Knudsen eigur Dreymakøkurnar, og kemur hon at bjóða tykkum okkurt gott til góman, har smakkirnir bera brá av heystinum og tí meira myrku tíðini. 

So verið vælkomin til eina hugnaliga løtu við góðum tónum og leskibitum.

Tiltakið varar í umleið 1,5 tímar og tað er pláss fyri 35 pers. 

Atgongumerkini kosta 150,- 

Atgongumerkini fáast her: https://marjunwolles.com/products/atgongumerki-stovukonsert-og-hugni

https://www.facebook.com/share/aT7q1GGi1hPdpXQw/?mibextid=9l3rBW