Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.07.2024 12:32

 Steinbjørn O. Jacobsen 40 ára starvsdag á Bústøðum

Á myndini eru Steinbjørn O. Jacobsen, Birgir Samuelsen og Hjørdis G. Lailud

Tíðindaskriv

Fyrrapartin fríggjadagin 5. juli 2024 var hugnaløta á Bústøðum fyri Steinbjørn O. Jacobsen, ið hevði 40 ára starvsdag.

60 ár eru liðin síðani Løgtingið samtykti at stovna Húsalánsgrunnin. Steinbjørn byrjaði í starvi á Bústøðum 1. juli í 1984, og hevur starvast sum metingarmaður og húsavørður.

Virksemið er nógv broytt á Húsalánsgrunninum, sum í dag verður nevnt Bústaðir.

Steinbjørn hevur verið trúfastur partur av broytingunum, og hevur ábyrgdarfult og við hegni, í góðum samskifti og samstarvi røkt sítt starv øll árini, og framvegis er Steinbjørn altíð klárur at rætta eina hjálpandi hond, tá á stendur.

Vit ynskja okkara starvsfelaga Steinbjørn O. Jacobsen hjartaliga til lukku við 40 ára starvsdegnum.