Myndir: Frítíðarheimið á Gásamýri
Eysturoyarportalurin hevur fingið eina heilsan frá frítíðarstovinum á Gásamýru í Leirvík, nú steypafinalan nærkast av álvara.
Tað serstaka við stovninum er, at heili fýra leikarar, sum nokk allir fara at byrja inni leygarkvøldið, arbeiða á stovninum. Tríggir Víkingaleikarar og ein KÍ-leikari. Tað snýr seg um Olaf Bárðason, Gunnar Vatnhamar, Geza Turi og Mads Mikkelsen.
Tey á Gásamýru skriva soleiðis:
Steypafinalan fyllir nógv í hesum døgum í frítíðarheiminum á Gásamýri.
Vit hava fýra leikarar sum arbeiða á stovninum, tríggjar Víkingar og ein KÍara og allir eru teir sjálvandi spentir til leygardagin.
Sjálvt um vit halda við Víkingi ynskja vit eisini Mads ein góðan dyst.
Spennandi verður at møta til arbeiðis mánadagin, og vita hvør fer at prika til hvønn.
Sí myndir







