Hondbóltsfelagið StÍF skrivar soleiðis undan fyrra finaludystinum hjá kvinnum millum StÍF og Kyndil:
Nú nærkast fyrsti finaludystur av álvara. Hann verður spældur sunnudagin 28. apríl í høllini á Hálsi, kl. 17:00.
Roknast kann við, at tað verður trongt í høllini, so tað ræður um at møta í góðari tíð. Kvinnurnar vóna sjálvandi, at ein rúgva av stuðlum koma at rópa, syngja og larma.
Lat teg í reytt og hvítt og tak tað góða lagið við! Síggjast 🙂
Seinni finaludystuirn verður leiktur í høllini á Skála mikudagin tann 1. mai kl. 18.00