StÍF og Dan Muurholm hava valt at fara hvørt til sítt. Tað váttar felagið í skrivið í kvøld. Tað var annars í mai 2023 at StÍF gjørdi sáttmála við danan.
StÍF skrivar soleiðis á heimasíðu síni:
Dan hevur verið venjari hjá besta kvinnuliðnum og havt ábyrgdina av menningini á gentusíðuni.
Vit vilja takka Dan fyri tað arbeiðið, sum hann hevur gjørt fyri felagið, og ynskja honum bestu eydnu á hondbóltsyrkisleið hansara.
Felagið hevur ikki fleiri viðmerkingar í løtuni, og vit kunna meira, so skjótt nýggjur venjari er funnin.