Hann er 42 ára gamal, leirvíkingur, og var valdur “Ársins privati leiðari 2023”.
Suni Justinussen er ein maður sum hevur nógv jørn í eldinum.
Umframt at verða stjóri, so er hann familjumaður, virkin í trúðarlívinum og so fæst hann við vanligu arbeiðsuppgávurnar sum einum bygdasamfelag hoyrir til, m.a. at hoyggja, fletta, verða á floti o.a. sum skal fáast av hondum, alt eftir hvat árstíð tað er á árinum.
Eitt ítriv sum honum tó dáma serliga væl, og sum hann eisini brúkar at “kobla av” við eftir ein langan arbeiðsdag, er at ganga túrar í fjøllunum. Oftast er tað ein túr niðan á okkurt fjall omanfyri heimbygdina í Leirvík.
Men eisini hevur hann vitja á nógvum øðrum fjallatoppum kring landið.
Ársins privati leiðari
Hann lærdi til maskinsmið á skipasmiðjuni á Skála. Og tók maskinmeistara útbúgving á Vinnuháskúlanum. Eisini hevur hann útbúgvingar innan banka- og íløguvirksemi. Harafturat hevur hann royndir innan leiðslu og nevndararbeiði.
Áðrenn hann setti seg í stjórastólin á Kambsdali, arbeiddi hann sum sølu- og marknaðarstjóri á Vodafone, har hann starvaðist í góð 4 ár.
Í dag starvast hann sum stjóri hjá GroAqua á Kambsdali, har hann hevur hevur staðið á odda fyri fyritøkuni síðani 1. oktober 2017.
Tá ið hann setti seg í stjórastólin fyri uml. 6 árum síðani hevði fyritøkan annað navn, nemliga JT eletric. Men í 2023 broytti gamla fyritøkan navn til eitt meira altjóða navn, samstundis sum fyritøkan eisini fekk ein nýggjan samleika.
Og fór tað heldur ikki framvið borðinum, at fyritøkan á Kambsdali var vaksin við rúkandi ferð, við honum við stýrisvølin. Og tískil fekk hann eisini tann stóra heiður at verða kosin ársins leiðari innan tað privata á Leiðaradegnum, sum Synergi skipaði fyri á Hotel Føroyum í fjør.

Ein fyritøka í vøkstri
Navnið GroAqua er ein samanrenning av orðunum Grow og Aqua, ið avspeglar kjarnuvirksemið í felagnum – at menna vakstrarloysnir til alivinnuna (grow aquaculture), sum samstundis umboðar tað sum fyritøkan fæst við, sigur Suni Justinussen, tá ið vit hitta hann á skrivstovuni á Kambsdali.
JT electric hevði 35 fólk í starvið afturi í 2017 tá ið hann tók yvir, men í dag eru tey íalt umleið 100 fólk í starvi, harav umleið 35 í Føroyum.
Umframt høvuðssæti á Kambsdali, so hevur GroAqua feløg í Norra, Pólandi og Skotlandi og so eina deild í Danmark. Felagið hevur 3 deildir í Skotlandi.
Her á GroAqua menna vit burðardyggar tøkniligar loysnir til alivinnuna og stuðla alarum við at náa teirra vakstrarmálum, tað er m.a. undirvatnskamera, ljósskipanir, fóðurskipanir og kameraskipanir til alivinnuna sum vit selja, sigur Suni.
Eisini hevur GroAqua nógvar royndir í at byggja fóðurflakar, serliga til útsett aliøkir við harðrendum sjógvi og veðurlagi.
Í løtuni verða tveir nýbygningar bygdir, sum eru ávíkavist nr. 21 og nr. 22 í røðini hjá okkum. Tað er GroAqua Póland, sum stendur fyri byggingini, sigur hann.
Settu sær stór mál
Í 2018 tóku vit avgerð um at at fara ”all in” í alivinnuna. Vit arbeiða í dag eftir einari 5 árs strategi/verkætlan, sum vit halda fult fokus á. Vit fóru undir eina fokuseringsstrategi, har vit einamest skuldu leggja okkum eftir at vera veitari til skjótt vaksandi alivinnuna, og tað er nakað sum hevur eydnast sera væl, heldur Suni.
Tað hevur kravt nógvar arbeiðstímar og nógvar uttanlandsferðir hjá fleiri av starvsfólkunum, men hart arbeiðið krevst um nakað munadygt skal byggjast upp. So tí er bæði gott og umráðandi at hava eitt gott og stuðlandi bakland, sigur Suni.
Fyritøkan sum hann stendur á odda fyri í dag er vaksin nógv seinastu árini og hevði í 2023 ein bruttovinning á 30 mió.kr, meðan úrslitið eftir skatt var 10 mió.kr.
Árið fyri, í 2022, lógu 17,9 mió.kr. eftir á botnlinjuni.
Tað er sera spennandi at arbeiða í hesi vinnuni og síggi eg fleiri møguleikar at menna okkum og veksa enn meira.
Í januar í ár keypti GroAqua norska felagið Havida, sum er veitiari av fleiri tænastum til norsku alivinnuna, og við tí keypinum hava vit fingið fleiri dugnalig starvsfólk inn í okkara toymi, sum koma at betra um tænastuna og tøkniligu menningina, bæði í Føroyum og á øðrum marknaðum, sum vit virka á, sigur Suni Justinussen at enda.
Tað er P/F Tjaldur, gjøgnum Skrínið sp/F, sum eigur meirilutan í GroAqua á Kambsdali, meðan leiðslan í felagnum eisini eigur ein part.