Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.03.2025 18:01

Stjórin á Landsverk: Hetta er tíverri eitt úrslit av væntandi fíggjarligari raðfesting

Mynd: Eysturoyarportalinum

Í 1984, stutt áðrenn Leirvíkstunnilin lat upp, varð sagt, at uml. 1.100 bilar dagliga koyrdu eftir gamla Leirvíksvegnum.

Sagt varð tá, at vegurin ikki varð bygdur til tílíka ferðslu og tí varð neyðugt at byggja nýggjan tunnil.

Nú uml. 40 ár seinni, er samfelagið munandi broytt, bæði tá ið tað kemur til kravda trygd og til ferðslu. Í dag koyra uml. 5.000-5.500 bilar dagligt ígjøgnum Leirvíkstunnilin.

Í 1985 og árini eftir tað, varð annars næstan dagligur gerðandiskostur, at børn, kanska serliga dreingir, antin súklaðu ella koyrdu við rulluskoytum í gjøgnum tunnilin. Nakað sum í dag als ikki hevði verið hugsandi.

Men trygdin er í dag, enn ikki nøktandi á fleiri økjum, og hevur tað eisini skapt eina ávísa øsing og ørkymla millum fólk, har serliga samskiftisútgerðin í trygdarskápunum als ikki virkar og er afturúrsilgd.

Les meiraSkakandi trygd í Leirvíkstunlinum

Eysturoyarportalurin hevur vent sær til stjóran á Landsverk, Marjun Weihe Thomassen, fyri at fregnast um støðuna í Leirvíkstunlinum og um Landsverk var vitandi um manglandi trygdina.

-Landsverk gjørdist varug við trupulleikan nakrar dagar áðrenn tað kom fram í miðlunum, og vit hava sett eina tilgongd í verk at bøta um teir ringastu trupulleikarnar, sigur stjórin á Landsverk.

-Hetta er tíverri eitt úrslit av væntandi fíggjarligari raðfesting til viðlíkahald á undirstøðukervinum yvir langa tíð, har tað til síðst endar við at eisini tídningarmikil útgerð ikki virkar.

-Landsverk hevði sett gongd í at fáa tilboð inn til at loysa nakrar av trupulleikunum, ið mett verður kunnu loysast innan verandi játtan.

-Landsverk hevur gjørt tríggjar Samferðsluætlanir (í 2008, 2012 og 2018) og í øllum trimum eru teir gomlu tunlarnir, herí Leirvíkstunnilin, nevndir sum verkætlanir í mugu hava eina høga raðfesting at dagføra, tí trygdarstøði svarar ikki til dagsins standard. Landsverk arbeiðir við at dagføra Samferðsluætlanina aftur, og tá vera Leirvík- og Kollfjarðartunnilin aftur nevndir sum tunlar, ið eiga at hava hægstu raðfesting at dagføra. Hesar dagføringar eru at lyfta tunlarnar upp til dagsins standard, men útgerðin í tunlunum í dag eigur sjálvnadi at virka, inntil dagføringin verður gjørt. Tann vantandi viðlíkahaldsjáttanin gerð tó tað, at Landsverk ikki hevur møguleika at hvørki eftirhyggja ella dagføra verandi útgerð nøktandi.

Seinasta kostnaðarmeting frá Samferðsluætlanini hjá Landsverk viðvíkjandi Leirvíkstunnilinum kann lesast her: Dagføring av Leirvíkstunlinum


Spurd um hvussu nógvur peningur verður avsettur til dagføringar og viðlíkahald av Leirvíkstunlinum á hvørjum árið, svarar hon soleiðis:

-Landsverk uppgerð ikki viðlíkahald út á hvønn tunnil sær, so tískil er tað eitt sindur trupult at siga hvussu nógv verður brúkt til viðlíkahald uppá Leirvíkstunnilin. Vit kunnu tó siga, at vit hava goldið eitt sindur yvir 100.000,- fyri streym til tunnilin í fjør, so tað er ein fastur rakstrarkostnaður hvørt ár. Dagføringar vera vanliga gjørdar av íløgujáttanini, og har hava vit í 2016 brúkt 210.000,- til at dagføra samskiftisútgerðina í tunlinum og í 2015 hava vit brúkt 350.000,- til útvarp í tunlinum.

Spurd um tað er ráðiligt at fara undir at byggja fleiri tunlar, tá ið eftirsleipið er so mikið stórt, og at trygdin er so vánalig í fleiri núverandi tunlum, sigur hon soleiðis:

-Tað er ein politisk avger, hvørjar íløgur verða gjørdar. 

-Landsverk hevur hinvegin – í áravís – víst á eitt vaksandi eftirsleip á undirstøðukervinum. Við eini nøktandi játtan til viðlíkahald, ber til at fyribyrgja, at neyðugt verður at byggja nýtt, orsaka av væntandi viðlíkahaldi, sigur Marjun Weihe Thomassen, stjóri á Landsverk, at enda.