Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.04.2025 17:59

Støðug framskrúva – hvat er alternativið ?

Runavíkar kommuna

Røða, sum Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, flutti fram við morgunmatarborðið í Bylgjuni í morgun

In tranquillo mors – in fluctu vita. Hesi orðini standa meitlað í múrin omanfyri grindina innar í ein lærdan háskúla á meginlandinum. Á kyrrindum deyðin – í rákinum lívið, áleið soleiðis kunnu hesi orðini eisini skiljast.
 
Árliga mentanarvikan er í hæddini, og hesar dagarnar fegnast vit um, at vit tóku avgerðina um at flyta hana frá heystinum til markamótið millum vár og summar. Samstundis var avgerð tikin um, at hendan vikan á onkran hátt skuldi gerast eitt slag av bygdafestivali í tráð við hugsjónina hjá Runavíkar kommunu, sum ásetir, at kommunan til eina og hvørja tíð skal hugsast frá ytstu mørkum inn á miðjuna og ikki øvut.
 
Í fagrasta veðri heiðraðu vit Merkinum í gjár. Tað var ein vøkur sjón at síggja allar ungdómarnar koma í skrúðgongu út á Mýrarnar. Hesi, sum fræls og virkin skulu taka yvir á samfelagsskútuni, táið teirra tíð kemur. Ein hin royndasti politikarin í okkara tíð flutti fram røðu, og hann segði m.a.:
 
”Og tað ber til. Sanniliga ber tað til. Hyggið bert at tykkara egnu margføldu Runavíkar Kommunu. Hvør skuldi trúð fyri fáum árum síðani, at tit hava bygt og ment hetta til eina heimsbygd og undangongukommunu fyri mentan og list, málsligari menning og tjóðarbygging, frítíðarvirksemi, ítrótti og trivnaði – saman við teirri vinnuligu skapanini. Í so fjølbroyttum bygdum og plássum við hvør sínum sereyðkennum, søgu og møguleikum. Tað ber aftur Mentanarvikan her øll boð um – og allan heiður og viðurkenning eiga tit fyri tað.”
 
Gløgt er gestsins eyga verður sagt. Politikkur kann fyri mong tykjast fløktur, og tað kemur meiri enn so fyri, at onkur ger hann torgreiddari enn neyðugt. Initiativið, virknið og áræðið hjá hvørjum einstakum borgara er alt avgerandi grundarlagið undir einari kommunu, lat ongan iva vera um tað. Vit, sum fáa umboðandi heimildina at reka kommununa í einum 4´áraskeiði, hava hinvegin skyldu til at seta kósina og flyta regulatorin, alt eftir hvussu hóskilig ferðin skal vera. Í mun til autokratiskt vald, totaliterar skipanir, har ið valdið miðsavnast og trútnar av roti, eigur borgarin um okkara leiðir altíð endaliga rættin og valdið, soleiðis er kynið í veruligum demokratii. Mær kemur til hugs týska rithøvundin Bertolt Brecht, í hesum viðfanginum, sum eftir uppreisturin hjá verkafólki í DDR í 1953 smíðaði yrkingina ”Loysnin”. Táið hann tekur saman um, heldur hann fyri: ”Hevði tað ikki verið lættari fyri stjórnina at sloppið sær av við fólkið, og fingið sær eitt annað fólk til vega at stjórna?”
 
Haldi meg kunna siga, at býráðini, sum eg havi verið ein partur av síðani 1. januar 2013, hava verið ógviliga tilvitað um at navigera soleiðis, at kommunan ikki gjørdist ein sovibýur hjá onkrum øðrum. Her hevur ongantíð verið ein ætlan um at leggja eggini í reiðrið hjá øðrum. Geykurin hevur líkasum ikki verið fyrimyndin. Vit vitstu longu í 2014, at lógliga grundarlagið undir Eysturoyartunlinum var fingið til vega, tí ráddi um at sigla samsvarandi egnari uppdrift og í mun til broytiligar kringumstøður. Undirstøðan undir Tangafirði – Ruth á hjólum, sum onkur tók til – er eitt stórt framtak, men fyri at fáa optimala nyttu burturúr henni, var tað týdningarmikið, at tey akandi høvdu okkurt at fara til og frá. Eftir hesum hevur verið virkað og lagt til rættis. Endamálið hevur verið at gera hetta til eina spennandi, inkluderandi og fjølbrigdaða kommunu, har høgt er til loftið og vítt er til veggja. 
 
Skráin fyri mentanarvikuna umboðar í stóran mun okkum sjálvi og tey mál, vit ynskja at røkka. Mentan grør allastaðni, har sum menniskju hittast, – hvønn hin einasta dag. Í dialektiska sveigginum, samskiftinum og har sum vit hittast á ymsum arbeiðsplássum. Hendan vikan er meiri ætlað sum ein samsavnaður spegil fyri okkum sjálvi, og eftir øllum at døma tykist tað sum, at onnur eisini hava áhuga fyri, hvat ið vit fáast við í Runavíkar kommunu. Og onki er at ivast í at hon, mentanarvikan, hevur gjørt mun, tað hoyra vit á Rás2 og í Kringvarpi Føroya, har dúgliga verður varpað, eitt nú frá málsligari ráðstevnu í Løkshøll. Eisini vóru vinnararnir í árligu skrivikappingini, hesaferð vóru monologar evnið, fráboðaðir á Bókasavninum í gjárkvøldið.
 
Oyvør hevði frammanundan heitt á meg um at seta løtuna, og tað gjørdist meiri til eina hugleiðing um orðið sum hugtak í ymsum brigdum. Tað er ikki av tilvild at Jóhannes skrivar um orðið í sjálvum præamblinum í evangelium hansara. Umframt guðfrøðiliga botnin, so er hetta ein viðurkenning av týdninginum sum orðið hevur á ymsum, ella rættari á øllum, mótum.
 
Tað eru bert 116 ár síðan fyrsta skaldsøgan, Bábilstornið, hjá Regini í Líð, Rasmusi á Háskúlanum, kom út á móðurmálinum, og tað eru ikki hundrað ár liðin síðan, at tað umsíðir varð loyvt at læra frá sær á føroyskum í skúlunum og tíansheldur at prædika í kirkjum okkara á egnum móðurmáli.
 
Tí má eggjast til stútt og støðugt fyri at kveikja málsligu lunguni hjá tjóðini. Orðið kann eisini brúkast sum vápn, táið tey sum sita fyri valdinum fara um mørk fólkaræðisins. Fólkaræði krevur, skal tað áhaldandi vera í katharsis viðgerð, reinsan, at borgarin ger vart við seg, táið áneyðir eru fyri hesum. Onki er betri enn konstruktivur kritikkur, ja, hann er alneyðugur, fyri at skáka tey sum sita fyri valdinum, meðan innantómt knarr og býttisligar viðmerkingar, ofta tilskundaðar av óhepnum undirlutakenslum, bara virka sum óljóðsendarar í almenna rúminum.
 
Vit eru ikki komin at autokratiskum mørkum, tíbetur, men eg loyvdi mær á Bókasavninum at nevna ein av mínum yndishøvundum, peruianaran Mario Vargas Llosa, sum doyði fyri 13 døgum síðan næstan 90 ára gamal. Hann fekk Nobel-virðislønina fyri fagrar bókmentir í 2010. Táið eg í 2011 umboðaði Føroya løgting á ST-aðalfundi í New York, í tríggjar vikur, las eg bók hansara ”La fiesta del Chivo”. Hon snýr seg um samfelagsligu viðurskiftini í Dominikanska Lýðveldinum undir ræði hansara Rafael L. Trujillo, og um hvussu hesin varð likvideraður í 1961.
 
Einastaðni í bókini sigur ein við ein annan: ”Tú hevur ongantíð skilt, hví dominikanarar við teimum bestu útbúgvingunum – tey intellektuellu, advokatarnir, læknarnir, verkfrøðingarnir – ofta við prógvum úr USA ella Europu – kenslulig, mentað, lisin og bærilig fólk – kunnu lata seg villleiða og tøla av einum so brutalum einaræðisharra sum Trujillo.”
 
Vit hava tíverri lyndi til at leggja og skipa okkum eftir atferðini hjá kameliónini, skifta lit eftir kringumstøðunum, men tað gjørdi 41 ára gamli russarin Liza-Alexandrova-Zorina ikki, nú hon situr útlagin í Stokkhólmi. Hon hevur brúkt síni orð til at finnast hvassliga at hinum autokratiska Putin og hansara kumpanum í Kreml, og eftir tað er hon eyðmerkt sum útlendskur agentur og non grata. Hon bíðar ivaleyst eftir, at onkur gongur framvið við einari dosis av novichok í múlanum á einum regnkjóli. Fráboðanir um, at vit liva í einum umskiftiligum heimi, har demokrati og framsagnarfrælsi als ikki eru ein sjálvfylgja. Tí er tað alneyðugt at vit verja og standa uppi fyri hesum grundtreytum, fólkaræðisligu súlunum, soleiðis, at samfelagið ikki fer úr spónalagnum.
 
Sitandi býráð hevur skjótt fýra mánaðir á baki, og semja var frá byrjan um, at stjórnast skuldi eftir tí fíggjarætlan, sum býráðið undan hesum hevði samtykt. Fleiri stórar verkætlanir hava rúgvað væl upp í sferuni hesi seinru árini. Bryggjuøkið í Søldarfirði, Fjøruvegurin og ikki minst svimjihøllin, sum er eitt ordans tak hjá einari kommunu sum okkara. Skuldin veksur nakað av henni, men ein trivaligur meiriluti í farna býráði, og eftir øllum at døma ein stórur partur av borgarunum, var fyri at fara undir verkætlanina, sum kommunan so søtliga hevði tørv á. Tað verður svimjandi einaferð í summar. Ein verkætlan sum eisini var ein partur av strategi´uni um at gerast eitt hóskiligt alternativ til býin, høvuðsborgina, hinumegin Eysturoyartunnilin. Verkætlanir um íbúðarbyggingar eru á samráðingarstigi – hesar frætta vit meiri um sum frálíður, og Ráhúsið á Høgabóli verður klárt at taka í nýtslu fyrsta dagin, tá verður opið hús, soleiðis, at borgarin, sum eigur kommununa, sleppur at síggja, hvussu fyrisiting hansara húsast í gerandisdegnum. Tað hevur annars riggað væl við nýggja býráðssalinum í gamla skúlanum á Glyvrum, eitt gott signal um at fyrisiting og politikkur ikki eru alin av sama vaðmali. Fyrisiting er politiskar avgerðir sum skulu fremjast í verki.
 
Orðið skuld er ofta uppi og vendir, og tað av røttum. Ansast skal væl eftir henni, hon skal haldast í tamarhaldi, men tað er eisini ein spurningur um, hvat ið fæst burturúr læntum fæi. Flestu íløgur standa ikki 1:1, men ávirka heldur aðrar parametrar í samfelagnum. Fremja vøksturin. Annars hava kommunalu inntøkurnar higartil í ár verið nakað frægari enn fíggjarætlað var til, men vit vita um, hvussu sveiggini kunnu gera burturav sær, tí skal hædd eisini takast fyri hesum støðugt.
 
Eitt sum vit fegnast serliga nógv um er, at tað eydnaðist at fáa ta heitu kelduna á Glyvrum til høldar soleiðis, at hon einsamøll hitar skúlan upp í dag. Landsins størsta jarðhitaskipan er gjørd kring um Bylgjuna, sum øll verður hitað við grønari orku, táið svimjihøllin verður tikin í nýtslu.
 
Meginmálini, eftir at tær nevndu stóru verkætlanirnar verða lidnar í hesum árinum, eru útbyggingar á skúla- og dagstovnaøkinum. Fyrireikingarnar eru komnar somikið langt, at tað skjótt er komið hartil, at ein arkitektakapping kann leggjast út um nýggja skúlabygging á Glyvrum. Hetta krevur nógva orku, ikki minst fíggjarliga, og umráðandi er at høgra hond veit hvat ið vinstra hond fæst við. Hóast konturarnir av ýtunum standa klárir í politisku havsbrúnni, flytur annar fóturin seg ikki fyrrenn hin stendur tryggur í svørðinum. Støðugt tamarhald má eisini vera á rakstrinum, og í fíggjarætlanini fyri 2025 fæst eisini at vita um fleiri smærri íløgur kring um í kommununi.
 
Í ár eru 80 ár umliðin síðan stríðslok í 1945, táið tey sameindu umsíðir høvdu bart totaliteru hóttanina hjá nazistunum niður. Í Søldarfirði verður hegnisliga gjørt burturúr hesum í vikuni, tað eigur bygdin nógv rós fyri. Gloyma vit søguna, missa vit okkum sjálvi burtur í alheimsins meldri. Apropos mentan og mentanarvika. Táið ein ráðharri undir seinra veraldarbardaga heitti á Churchill um at flyta alt mentanarbusjettið til illa sperdu verjuna at keypa lóður og ísinkram fyri, skuldi hin gamli siga: ”Hvørjum stríðast vit so fyri?” Ja, hvørjum stríðast vit fyri, um tað ikki er fyri egnum máli og egnari mentan.
 
Í endurútgivna yrkingarsavninum Libido, sum kom út í fyrstu útgávuni fyri hálvari øld síðan, sigur Johan Hot Mortensen í yrkingini ”Mitt í rottukapprenningini” soleiðis:
 
              Í tí sokallaða vælferðarsamfelagnum
              grava vit
              okkara egnu grøv við
              tonnunum
 
Alt er tá endað í materiu. Um át og búk. Eitt framkomið vælferðarsamfelag eigur at vera eitt hóskiligt bland av materiellum og immateriellum virðum.
 
Í tí ljósinum rekur Runavíkar kommuna ein mentanarpolitikk, sum ikki minst sæst aftur í árligu mentanarvikuni.
 
Tað ræður um støðugt at liggja við framskrúvu – alternativið er at vit smokka spakuliga í mýrulendinum og enda sum aftasta skipið í konvoyuni.
 
Við hesum orðum fari eg takka øllum teimum, sum hava lagt hug og mátt í mentanarvikuna, ikki hissini verk, og at ynskja okkum øllum eitt gott og happadrúgt summar.