Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.10.2023 10:41

Støkk hevði útlendska vitjan

Mynd: Støkk

Um vikuskiftið hevur Støkk havt vitjan av finskum venjarum. Hesaferð vóru tað Jenni og Jasmin úr Ovo, sum vóru komnar til Føroyar at venja og vegleiða.

Jenni hevur gjørt seriur til heili trý lið; gentur Urða, smágentur Nava og smágentur Luna.

Jasmin hevur havt venjingar við øllum estetisku liðum og givið venjarunum góðan íblástur til venjingar.

Støkk sigur, at tað hava verið nakrir sera góðir, læruríkir og effektivir dagar, har ótrúliga nógv er komið burturúr.

Myndirnar eigur Støkk

Spjaldur