Fyrrapartin í dag var neyðugt at stongja vegin millum Skálabotn og Skipanes í yvir 3 tímar.
Orsøkin var at ein bilur hjá Landsverk, sum varð og saltaði vegin, fekk trupuleikar við einum av akslinum og koma at standa stillur mitt á koyribreytini.
Neyðugt var tí hjá løgregluni at stongja vegin, meðan arbeitt varð við at fáa bilin upp á ein viðfestisvogn og sleipaðan burtur.
Fólki sum høvdu ørindi á hesum vegastrekki hetta tíðarbili, vóru tískil noydd at koyra eftir vestari armi av Skálafjørðinum inntil vegurin varð ruddaður.
Myndir: Eysturoyarportalurin



