Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.03.2025 09:20

Stór blásarakonsert í Kolshøll

Sunnudagin kl 16.00 fara Eiðis Ljómfelag og Eiðis Hornorkestur – sum er ein bólkur av heilt ungum hornblásarum – at hava konsert saman við GHM í Kolshøll.

Orkestrini eru so smátt við at fyrireika seg til Musikkstevnuna í mei, og verður hetta ivaleyst ein brellbiti av, hvat fer at verða at hoyra á Musikkstevnuni.

Talan er um eina fjølbroytta konsert, tí spælarar heilt úr 10-ára aldri til høgt í 70’unum luttaka. Til hesa konsertina verða verk av fleiri ymsum forvitnisligum útlendskum tónasmiðum at hoyra, m.a útseting av Pirates of the Caribean Medley, Sweet Caroline, Nearer my God to Thee, o.a.m.

Eiðis Ljómfelag gleðir seg, og bjóðar øllum at verða hjartaliga vælkomin at lýða á – konsertin er ókeypis og byrjar kl 16.00.

Spjaldur