Sleipnir ríðingarfelag
Farna vikuskiftið vóru tvær gongulagskappingar at fara til.
Leygardagin skipaði ungdómsnevndin hjá Føroya Ríðingarfelag fyri kapping í høllini hjá felagnum í Havnadali.
Sunnudagin skipaði Vága Ríðingarfelag fyri teirra fyrstu gongulagskapping.
Sleipnir ríðingarfelag vóru væl mannaði til hesar kappingarnar. Ikki minni enn trý nýggj reiðfólk frá felagnum vóru at síggja fyrstu ferð til gongulagskapping.
Fyrst var tað 12 ára gamla Anita Kjeld á ryssuni List, ið royndi seg til kappingina í Havn.
Síðani var tað 14 ára gomla Teresu Svøðstein á ryssuni Tign, ið luttók til kappingina vesturi í Vágunum.
Tað er kanska ongantíð ov seint at læra nýtt, tí fyri fyrstu ferð sóu vit eisini 42 ára gomlu Poulu Tornby á kappingarbreytini við hestinum Gígur.
Sleipnir ríðingarfelag smæddist heldur ikki burtur tá ið heiðursmerkini skuldu handast.
Úrslitini vóru hesaferð:
Úrslitið í høllini í Havnadali
Lív og Dropi
Silvur í fet
Simona og Kiljan
Silvur í trav
Silvur í lop
Bronsu í tølt
Poula og Gígur
Silvur í fet
Anita og List vunnu røktarsteypið fyri at verða snøggasta ross og reiðfólk á degnum.
Anita og List riðu seg eisini til eitt 4. pláss í bæði fet og trav, sum var ein góð byrjan hjá ungu reið-gentuni.
Úrslitið vesturi í Vágunum
Lív og Dropi
Gull í fet
Silvur í lop
Bronsu í trav
Simona og Kiljan
Gull í trav
Gull í lop
Silvur í tølt
Poula og Gígur
Silvur í trav
Bronsu í tølt
Sleipnir ríðingarfelag sigur á heimasíðu síni, at tey fegnast um at felagið veksur og at fleiri reiðfólk eru farin at kappast.
Hetta vikuskifti skipar Føroyskt íslandsrossafelagið fyri kappingum, bæði fyri børnum og vaksnum.








