Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.06.2023 18:58

Stórfingin gáva til Eysturkommunu

Mynd: Ørvur Thomassen og Per Martin Gregersen við málninginum (Eysturoyarportalurin)

Í dag fekk Eysturkommuna stórfingna gávu frá Ørvi Thomassen. Ein málning sum listamaðurin og leirvíkingurin Jóannes Kristiansen málaði í 1944 av Norðragøtu.

Málningurin er málaður av júst staðnum har nýggja býráðshúsið er staðsett.

Ørvur Thomassen er ikki heilt ókendur í Gøtu. Mamma hansara var dóttir Anneku og Johannes Gøthe á Fløtti í Norðragøtu. Mamman var Sunneva f. Gøthe og pápin Michael Thomassen av Viðareiði. Tey giftust í 1943 í Keypmannahavn, har tey vóru innistongd vegna seinna heimsbardaga.

Tá foreldrini hjá Ørvi fluttu heim til Føroyar í 1945 eftir at heimsbardagin var av, høvdu tey tveir málningar av heimbygdunum heim við sær, annan av Norðragøtu og hin av Viðareiði, heimbygdini hjá pápanum. Listamaðurin Jóannes Kristiansen málaði báðar í 1944.

Ørvur arvaði málningin frá mammu síni, tá hon andaðist í 2006. Men nú vildi Ørvur fegin, at málningurin skuldi “heim” til Gøtu at hanga. Og var tað einki meira natúrligt enn at hann skuldi upp at hanga í nýggja snotuliga býráðshúsinum og av staðnum sum listamálarin fyri næstan 80 árum síðani málaði av Norðragøtu.

Eysturoyarportalurin var við, tá ið málningurin á lítlari samkomu í dag, var handaður borgarstjóranum í Eysturkommunu.