Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.09.2024 10:48

Stórur skorsteinur settur upp í Fuglafirði

Mynd: Eysturoyarportalurin

Leygardagin var seinasta petti av stóra skorsteininum hjá Havsbrún sett upp. Hetta er eisini størsti skortsteinur sum nakrantíð er settur upp í Føroyum.

Articon setti skorsteinin upp í samstarvi við Jysk Skorstens Service. Skorsteinurin er partur av eini lukt reinsiskipan hjá fóðurdeildini, ein verkætlan fyri áleið 50 mill. Henda nýggja skipanin kemur at minka luktin við 95%.

Skorsteinurin er heili 75 m høgur, og skal sum sagt hjálpa til at beina vælkenda luktin vekk frá býnum.