Tíðindaskriv
Nú ið Strandferðslan dagførir ferðaseðlaprísir, er tað eftir 18 ár við óbroyttum prísum. Prísirnir blivu seinast broyttir í 2007, tá ið teir á oyggjaleiðum lækkaðu 50% fyri ferðafólk og 22% fyri akfør.
Á oyggjaleiðum fara pendlarar nú við einum árskorti at kunna fáa stigvíst øktan avsláttur. Fyri hvørjar 10 túrar lækkar prísurin 15%, niður í 50%. Ferðast ein heilt nógvar túrar, verður ferðingin ókeypis.
Er tann ferðandi búsitandi í Føroyum, men er ikki pendlari, verða 10 krónur lagdar aftrat einvegis ferðaseðlinum. Av tí, at farið verður aftur til at rinda fyri einvegis ferðing, er broytingin 20 krónur t/r.
Fyri ein ikki-búsitandi í Føroyum, hækkar prísurin nakað meira enn hjá teim búsitandi. Hækkingin verður 75% fyri ferðandi til gongu og 50% fyri akfør og verður løgd oman á prísin hjá búsitandi.
Fyri akfør verður metur-bólkingin nú einfaldari við færri bólkum. Frameftir fara prísirnir at avspegla, hvussu nógv pláss akfarið brúkar á dekkinum.
Á bygdaleiðum fara allir ferðaseðlar at hækka 5 krónur.
Keyp av ferðaseðlum verður frameftir umvegis bíleggingarskipanina. Keypast kann tó eisini á staðnum, áðrenn man fer umborð, men tá er tað uttan prísfyrimunir og til hægri prís.
Eru tað ferðandi, ið ikki brúka snildfon ella av øðrum ávum ikki kunnu keypa í bíleggingarskipanini, ber til í samráði við Strandferðsluna at keypa sær eitt kort at ferðast við.
Strandferðslan hevur stuðlað menningini av skjáttuni hjá Talgildu Føroyum við talgildari ferðaseðla-sølu fyri eyga. Skjótt fara tey ferðandi tí at kunna brúka QR-kotuna í samband við ferðingina.
Broytti prísbygnaðurin og dagføringin av ferðaseðlaprísunum verða sett í verk týsdagin 8. apríl.
Sambært fíggjarlógini fyri 2025 skal Strandferðslan m.a við broyttum prísbygnaði útvega fleiri inntøkur. Sambært samgonguskjalinum skulu prísirnir fyri útlendingar endurskoðast.
—–
Kunning um broytingarnar og vegleiðingar verða at síggja á www.ssl.fo.