Sunda kommuna
7.-9. mars fara vit at hátíðarhalda 20 ára føðingardagsvikuskiftið í Sunda kommunu
Vikuskiftið verður merkt av einari røð av savnandi tiltøkum.
Í 2004 løgdu seks kommunur saman til eina. Samlaða Sunda kommuna tók við 1. januar 2005. Síðani tá hevur kommunan verið í rúkandi menning og fólkatalið er vaksið munandi.
Á skránni til føðingardagin verður millum annað felags morgunmatur, hoppiland í høllini í SVS, fyrilestur, pubquiz, køkuborð, opið hús á kommunuskrivstovuni og annað.
Endalig skrá kemur út seinni í mánaðinum.