Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.10.2024 10:29

Sunda Kommuna bjóðar vinnuni til morgunmat

Mynd: Sunda Kommuna

Sunda Kommuna

Týsdagin 5. november bjóðar Sunda kommuna vinnuni til morgunmat

Sunda kommuna bjóðar øllum vinnurekandi í Sunda kommunu til morgunmat 5. november. Endmálið við einum slíkum fundi er at styrkja samskiftið við lokala vinnulívið. 

Á skrá verður: 
Treytir og møguleikar fyri sjálvstøðug vinnurekandi í samband við barsil, sjúku og arbeiðsloysi

Framøgur frá Barsilsskipanini, Almannaverkinum og ALS.

Hesin morgunfundurin, millum kommununa og vinnuna, er eitt afturvendandi tiltak, við vón um at tað framhaldandi verður virkað fyri menning og framburði í Sunda kommunu.