Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.02.2025 22:00

Tann føroyska loysnin

Hjálparvenjarin, Atli Gregersen, forsetin, Christian Andreasen og høvuðsvenjarin, Eyðun Klakstein (Mynd: Eysturoyarportalurin)

So gjørdist tað enduliga veruleiki. Tað sum flestu fótbóltsáhugaðir føroyingar hava gingið og bíða eftir í eina tíð. Ein føroysk loysn!

Tað gjørdist nemliga greitt í morgun, tá ið Fótbóltssamband Føroya hevði boða til tíðindafund, har tað varð almannakunngjørt, at Eyðun Klakstein og Atli Gregersen nú skulu standa við stýrisvølin hjá flagskipinum í føroyskum fótbólti, A-landsliðnum hjá monnum.

Sáttmáli er gjørdur partanna millum fyri komandi tvey árini.

Drúgv og ørkymlandi tilgongd

Tað er eingin loyna, at tað hevur tikið drúgva tíð at komið hertil. Hóast Fótbóltssamband Føroya alment sigur nakað annað.

Tað eru heili 4 mánaðar síðani at sviin Håkan Ericson varð loystur úr starvið. Og tað kom heldur ikki sum nakað sjokk tá ið tað hendi. Flest allar alarmklokkur høvdu longu tá ringt í eina tíð.

Fótbóltssamband Føroya boðaði alment frá, eftir dystirnar móti Armenia og Norðurmakedonia í november í fjør, har Eyðun og Atli høvdu bjargað Fótbóltsambandinum frá einari katastrofalari niðurflyting til deild D í Nations League, at tað nokk fór at taka rúma tíð at seta nýggjan høvuðsvenjara.

Hetta, hóast at Christian Andreasen í dag segði í miðilinum at “vit kenna Eyðun og Atla og trúgva uppá, at teir hava tað, sum skal til“.

Um Fótbóltsamband Føroya veruliga trúði uppá teir, hví so bíða í 120 dagar? Hví skuldi tað taka so drúgva tíð?

Hesir báðar dystirnir niðri í Armenia og Norðurmakedonia, sama við tí hugburið, stríðsvilja, áræði og stoltleika sum Eyðun og Atli tilførdu liðnum, saman við U21 landsliðnum, skuldi havt givið teimum ein fyrimun og nakað sum skuldi fingið seriøsa viðgerð av Fótbóltsamband Føroya longu tá.

Tíðindafundurin í morgun, tá ið Eyðun Klakstein varð almannakunngjørdur sum A-landsliðsvenjari (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Kritikkur av Fótbóltsambandinum

Ti kann kanska spurningur setast við drúgvu tilgongdina, ella sjálva mannagongdina eftir nýggjum høvuðsvenjara, sæð útfrá brillum uttanfyri sjálvt FSF-húsið. Nakað sum hevur verið eitt atfinningarstig hjá fleiri innan føroyska fótbóltsheimin.

Christian Andreasen hevur alment sagt í miðlinum í dag at “tíðin var tann rætta til eina føroyska loysn” og at “áskoðarar tykjast troyttir av útlendskum loysnum“.

Tí hevur tað kanska sæð út sum um, at Fótbóltsamband Føroya hesuferð er “farið langt yvir um ánna eftir vatni”. Og at alt ov nógvur politikkur og bonað-yrkisføri, hevur gruggað málið meira enn gott er.

Eisini hevur spurningur verið settur við leiklutin hjá sokallaðu donsku ráðgevingarfyritøkuni, sum hevur verið inni yvir allari tilgongdini.

Hví leita til útlandið eftir útlendskum venjara, tá ið forsetin sjálvur helt at “tíðin var tann rætta til eina føroyska loysn“?

Hví senda eina stóra peningaupphædd av landinum til útlendska ráðgevingarfyritøku fyri at finna ein útlendskan venjara?

Serliga tá havt verður í hugað, at Fótbóltssamband Føroya, endaði aftur har sum alt byrjaði, nemliga við tí uppløgdu “føroysku loysnini”.

Hetta kann alt tykjast løgið fyri fleiri, serliga sæð við føroyskum brillum.

T.d., so var ikki neyðugt við nakrari ráðgevingarfyritøku til setanina, tá ið Håkan Ericson varð settur sum høvuðsvenjari hjá Føroyum. Tá ornaði Fótbóltsamband Føroya alt sjálvt.

Men nú, tá ið føroyingar vóru settir, so mátti ein útlendsk ráðgevingarfyritøka til.

Og leysasøgur vilja eisini verða við, at tá ið Eyðun Klakstein fyri stuttari tíð síðani, umsíðir hevði fingið starvið í boðið, og at hann hevði játtað seg at standa á odda fyri liðnum, so var hin parturin, hjálparvenjarin, als ikki tikin uppá ráð. Nakað sum heilt til seinast mundi koppað allari ætlanini.

Sum skilst, so vildi Fótbóltsamband Føroya hava Ársins leikara 2024 og liðskipara hjá Víkingi, Atla Gregersen, at gevast beinanvegin við fótbólt á hægsta stigið. Orsøkin skuldi verða ein møguligur tvídráttur, bæði við at verða Betri deildar leikari og hjálparvenjari á landsliðnum samstundis.

Alt meðan Atli Gregersen, uttan nakra veruliga ábending frá Fótbóltsambandinum, hevur vant við fullari ferð í Sarpugerði síðani ársbyrjan, fyri at gera seg kláran til spennandi kappingarárið hjá Víkingi, við t.d. Champions League og verjuni av FM-heitinum á skránni.

Tað endaði tó við, at Atli og Fótbóltsambandi, komu til eina neyðsemju um, at Atli “sleppur” at spæla við Víkingi fram til summar, tá ið evropeiska ævintýrið hjá felagsliðnum í Eysturkommunu einaferð er av.

Men søgan sigur einki um hvat hendir, um so er, at Víkingur liggur til at vinna FM og ikki hevur ráð at missa ein týðandi leikara sum Atla Gregersen. Vil hjálparvenjarin sjálvur steðga tá?

Ikki kann annað sigast, at hetta hevur verið ein løgin og kronglut framferð av Fótbóltsamband Føroya frá byrjan til enda. Hóast úrslitið at enda gjørdist tað rætta.

Fyrstu uppgávurnar hjá nýggja venjaratoyminum eru longu á skránni í komandi mánað. Og fyrsta landsliðsúttøkan er longu um 3 vikur.

Lagt verður frá landið tann 22. mars, tá ið føroyingar møta stórfavorittinum Kekkia á útivølli.

Meðan nakrar dagar seinni, tann 25. mars, skulu føroyingar, eisini á útivølli, møta Montenegro í Skopje.

Atli Gregersen, nýggi hjálparvenjarin sum nú skal gevast at spæla fótbólt (Mynd: Eysturoyarportalurin)