Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.12.2024 11:07

Toftafólk fær nýtt áskoðaraskýli

Á býráðsfundi 25. november samtiktið Nes Kommuna at byggjast skal eitt nýtt áskoðaraskýli á Svangaskarði.

Talan er um tvey skýli, eitt niðanfyri, og eitt omanfyri verandi ítróttarhús.

Krøv frá FSF áseta, at skýli við 300 áskoðaraplássum undir taki mugu vera, um vøllurin framhaldandi skal verða góðkendur til dystir í bestu deildini, sigur kommunan.

Lisitatión var á kommunuskrivstovuni tann 22.10.2024, og boð komu frá KBH og Sp/F Búð. Skákið var eisini boðið til lisitatión, men góvu einki boð.

KBH, byggivirkið á Toftum, hevði lægra tilboðið á kr 5.370.842.

Tað er Teknistovan í Gøtu sum hevur tekna.