Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.04.2025 18:22

Trolbáturin Olga Maria fekk maskintrupuleikar

Bjargingarbáturin Ziska (savnsmynd: Danial Klakkstein Thomsen)

Kl. 08.00 í morgun fekk MRCC boð um, at trolbáturin Olga Maria hevði maskintrupuleikar og hevði brúk fyri sleipið. Olga Maria var tá stødd 15 sjómíl úr Fugloynni.

Ziska varð sendur avstað og sleipaði trolbátin inn á Leirvík, har teir vóru uml. 16.00 seinnapartin í dag.