Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.09.2024 10:37

Tvær jødiskar kvinnur greiða frá

Tíðindaskriv

Vinarfelagið Føroyar – Ísrael skipar fyri tveimum framløgum hetta vikuskiftið. Tann fyrra verður í Klaksvík leygardagin í Skúlanum á Skúlatrøð kl 16.30 og tann seinna Sunnudagin 8. septembur kl. 15:30 í Aulini í Finsen í Havn. 

Ísraelska Talia Sapir kemur at greiða frá, hvussu støðan er í Ísrael eftir álopið 7. oktobur. Og jødiska Tove Udsholt greiðir frá, tá mamma hennara í 1943 flýddi úr Danmark til Svøríkis, tá ið Tove var bert 3 ára gomul. Mamman var noydd at lata hana verða eftir í Danmark og hvussu tað hevur ávirkað hennara lív, at verða uttan mammuna í fleiri ár.

Tað blívur tulka úr enskum til føroyskt. 

Øll eru hjartaliga vælkomin. 

Vinafelagið Føroyar – Ísrael.