B68 almannakunngjørdi í vikuskiftinum tveir nýggjar mans til besta liðið hjá monnum til komandi ár.
Og tað kann ikki sigast annað enn at tað vóru tvey kend nøvn sum Jákup á Borg hálaði upp úr hattinum.
Magnus Holm Jacobsen er komin úr HB, meðan Martin Klein Joensen er komin úr Víkingi, har hann gjørdist toppskjútti í 2023.
Á pappírinum tvey sera stór nøvn, sum skulu hjálpa toftamonnum longri upp eftir stigatalvuni, eftir at B68 endaði á skuffandi 8. plássi í ár.