Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.11.2023 23:04

Tvey russisk skip á Runavík

"Kapitan Demidenko" við bryggju í Runavík (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Í løtuni liggja tvey russisk fiskiskip við bryggjuna í Runavík, “Kapitan Nazin” og “Kapitan Demidenko”.

Tey hava verið og bunkra á Fuglafirði, og komu á Runavík tíðliga fríggjamorgunin har tey skulu taka proviant o.a.

Sum skilst av havnaskrivstovuni, so skulu skipini liggja á Runavík til týsdagin.