Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.03.2025 10:54

U17 dreingirnir til EM á Malta

U17 hópurin við dreingjum, sum var til EM undankapping í Albania í oktobur í fjør - Mynd: www.FSF.fo

Fótbóltssamband Føroya

Christian Høgni Jacobsen, venjari hjá U17 landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið hópin til EM undankappingina sum verður á Malta 8. til 17. apríl.

Tað verða Luksemborg, Bulgaria og Malta, sum Føroyar skulu dystast ímóti, tá U17 landsliðið við dreingjum í døgunum 8. til 17. apríl fer til Malta, har EM undankapping er á skránni.

Christian Høgni Jacobsen er venjari hjá U17 dreingjunum, og saman við hjálparvenjaranum, Rógva Nónsgjógv, hevur hann úttikið 18 spælarar til kappingina.

Hópurin
Markus Johansen, 07 Vestur
Rasmus Helgason, 07 Vestur
Dávid Høgnason Viderø, B36
Dannis Anghel Olaru, B36
Djóni Sivertsen, B36
Heini S. Guttesen, B36
Tróndur Sjúrðarson, FC Suðuroy
Jógvan í Skála, HB
Silas B. Joensen, HB
Ezra Lukama, KÍ
Høgni á Steig, KÍ
Páll Müller, KÍ
Benadiktus Olsen, NSÍ
Jóel Tróndargjógv, NSÍ
Eyðtór Eyðsteinsson Joensen, TB
Dánial T. Mørkøre, Vejle BK (Danmark)
Jens Eiler Samson, Víkingur
Kristian Jacobsen, Víkingur

Dystaskráin
10. apríl Luksemborg – Føroyar
13. apríl Bulgaria – Føroyar
16. apríl Føroyar – Malta