Hondbóltssamband Føroya
Í morgin, mikudagin kl. 10.00, verður lutakastið til EM26-undankappingina hjá U18-monnum. Høga styrkismetingin hjá Føroyum í ungdómshondbólti hjá monnum merkir tó, at Føroyar eru beinleiðis við í endaspælinum.
Á styrkislistanum hjá EHF yvir ungdómshondbólt á manssíðuni, eru Føroyar styrkismettar sum nummar 11. Listin byggir á úrslitini 4 ár aftur, har Føroyar hava havt góð úrslit. 14 tey fremstu liðini á listanum koma beinleiðis til endaspælið hesuferð, meðan 10 tey seinastu plássini verða avgjørd við undankapping. Les meira um kappingina her.
U18 EM-endaspælið verður leikt í Serbia í døgunum 5. – 16. august 2026.