EB/Streymur skrivar á heimasíðu síni:
Vit eru sera fegin, at Jens Erik Bruhn hevur valt at spæla við EB/Streymi hetta kappingarárið.
Suðringurin hevur verið í hópinum í U21 landsliðnum í fjør saman við okkara Mikkjali Hellisá og Bergi Poulsen.
Jens Erik er 21 ár og kann røkja defensivu plássini á vøllinum.
Hóast hann einans er 21 ár, so hevur hann leikt 90 dystir í betrideildini.
Vit ynskja tær eitt gott kappingarár og vóna, at tú fert at trívast væl í EB/Streymi.