Myndir og tekstur: Janus Jensen
Søga úr: Staðarnøvn og frásagnir av Nesi, Toftum og úr Saltnesi
Tætt við gomlu varðagøtuna úr Heiðunum til Rituvíkar, ávegis niðan á Innara Háls, stendur ein stórur steinur. Á Toftum verður hann nevndur Mirrinisteinur, onkur sigur, at navnið upprunaliga stavar frá konufólkanavninum Marin, og at navnið kann hava verið Merinar – ella Marinarsteinur. Haldi, at fólk í innaru sóknini nevna hendan steinin Tarvastein.
Gongur tú suður gjøgnum hagan, ein lítlan kilometur ella so, kemur tú til ein annan stóran stein, hesin verður kallaður Katrinarsteinur.

Í vatnstrondini vestantil á Toftavatni, niðanfyri sunnara seyðahúsið á Mýrunum (tað, sum stendur undir vegnum) stendur ein triði stórur steinur, nevndur Sissalarsteinur.

Hví hesir tríggir ásýniligu steinarnir allir bera konufólkanøvn, veit eg ikki. Tí hevði tað glett meg at frætt frá onkrum, sum veit meira um hetta.
Øðrvísi er við Trøllkonusteini, sum stendur í vegjaðaranum oman fyri Oyrahandilin. Eisini hesin hevur konunavn, men her er sakin greið. Hesin steinurin stóð upprunaliga á Kneysum, og sagt var, at hann var íbygdur.

Í sambandi við vegagerðina í 70´unum, tá vegurin úr Runavíkini og út á Toftir var gjørdur av nýggjum, var sprongt og borað so dúgliga, at Trøllkonusteinur stakk sundur í tveggja lutir. Báðir lutirnir vóru síðan settir í jaðaran niðanfyri vegin, og har standa teir í dag. Hvat hendi við trøllkonuni veit ongin, men er hon vorðin húsvill, so skuldi verið lagamanni hjá henni at fingið innivist í einum av teimum fínu nýggju íbúðunum, sum nú verða bygdar á hennara gamla búplássi. Livst, so spyrst….
