Sofía Nón úr Fuglafirði var í dag kosin Ársins Íverkseti 2024 í Løkshøll. Millum røðararnar var borgarstjórin í Runavíkar kommunu við hesum orðum:
Í orðinum tíðarlummi kennist eitt anakronistiskt rák, ein fráboðan um okkurt sum brádliga stegðaði upp, ella at ferðin í stóran mun varð tikin av onkrum. Menniskjum ella samfeløgum. Líta vit okkum íkring, um tað mesta av heiminum, síggja vit dømi um samfeløg, sum byrgdu seg av frá heiminum, onkuntíð við høgum múrum, og tað sama er meiri enn so komið fyri handan skallabeinini hjá mongum manni og mangari kvinnu á søgunar slóð. Við vissu søkkur tú tá – sum ein dinosaurur – í mýrulendinum, og varnast valla, at tú verður yvirhálaður og endar sum aftasta skipið í einari konvoy. Ávirkar onki, broytir onki og kann tá bara taka til takkar við at liva og virka eftir treytunum sum onnur seta tær.
Orsøkin kann vera politisk blokada ella gement íhald, og í báðum førum steðgar undangróðurin, treytin fyri at tað ber til at virka ájavnt við framkomuna í einum støðugt broytiligum heimi. Vit hava ikki fyri neyðini at fara so langt fyri at finna ein tíðarlumma. Í túsund ár vóru Føroyar at kalla ein statiskur lummi, gøllhildnar í óbroytiligum skipanum. Alt frá landnáminum hagartil útlendski einahandilin varð foyktur burtur í 1856. Hugskot, virkni, íverksetan og diverse rørslur – á tjóðskaparliga, andaliga, vinnuliga og fakfelagsliga mótinum – broyttu tjóðina. Undirstøða og møguleikin hjá øllum at sleppa inn á lærustovnar, at hvessa sær vitið, spaðaðu av álvara til menningina og frambrotini.
Skipanin við einum íverksetarahúsið, einari bráðpannu, har hugsað verður fram í tíð á ymsum mótum, er fráboðanin um, at vit ynskja ikki konservatismu og íhald ella rættari: Vit hava funnið út av, at tíðarlummin er deyðin í støðugu kappingini í einum broytiligum heimi, tí er neyðugt áhaldandi at leypa á framtíðina við hugskotum og íverksetan, skal okkum vera lív lagað her á berligu klettunum miðskeiðis úti í norðurhøvum. Siglir tú í Íshavinum, og tað viðrar illa, kann tað vera skjótt, at yvirísing ger av við teg, um tú ikki bankar ísin av mastrum, hvalabaki, gálgum og gelendarum. Tað hevur røðarin og mangur annar sannað, – ikki minst manningin umborð á íslendska togaranum Þorkeli Mána, sum var um at holvast á bankunum yvir við Ný Funnaland fyri 65 árum síðan. Roysnisbrøgd bjargaðu honum og manningini. Soleiðis er tað eisini við umsitingarligari hvølpafiti – hon má rationaliserast burtur so hvørt sum hon tekur dik á seg, tí sambært Parkinson lóg ger hon tað stútt og støðugt uttan at vit vita av hesum.
Kann ætla at vit ætla búskaparliga menning, sum er alneyðug, um vælferðarsamfelagið skal varðveitast fram í tíð. Bara at lata standa til og liva sum um, at alt ”grejer sig i sjøen”, sum norðmenn plaga at taka til, tað hevur við sær afturgongd og við tíðini samfelagsligan deyða. Tí ber ikki til at sættast við støðuna nakrantíð, hóast lívið kann tykjast lagaligt í góðum tíðum. Áhaldandi má høvdið fungera sum ein radari skoðandi inn í framtíðina eftir hugskotum og møguleikum, og júst har er tað, at ein kveiki sum Íverksetarahúsið kann gera mun. Dømini við næmingum higani úr Skúlanum við Løkin eru bjørt dømi um, at nógv ber til, um skumpað verður undir á røttum stað, táið hugkveiktir næmingar leggja til brots. Kvotur og vavið av aling á firðunum vaksa neyvan munandi frameftir, prísirnir eru gamaní skiftandi, men áneyðir eru á nýggjum hugskotum, ið kunnu umskipast í verkætlanir, sum aftur skroyva upp til ein vaksandi búskap. Í tí førinum eiga diverse myndugleikar at eggja til og gera fyriskipanir sum lynna undir møguleikan.
Nú veit eg av góðum grundum ikki hvat ið fyriferst handan skallabeinini á einum íverkseta. Kann bara gita mær til, at hann trívist best, har ið hann ikki grynnur. Hann er ikki álopin av statiska funktionerlyndinum, sum svangliga bíðar eftir hini næstu viku- ella mánaðarlønini. Har er okkurt íborið, sum eigur at sleppa undan húð og skallabeinum. Tíbetur eru vit so ymisk, og øll skulu vit so ella so vera her og trívast saman, og umráðandi er totala frælsi, sum gevur øllum møguleikan.
Havi onkuntíð tikið ommu mína fram sum íverkseta. Hon hevði verið 123 ára gomul, var hon uppi á døgum. Har lá eitt gerði til húsini í Grógv í Syðrugøtu, undir Hólheygum, nógmikið av stráfóðri til eina kúgv, – seyður var ongin og harvið heldur ongin ull. Abbi mín hevði handil, benzinpumpu og ráfiskakjallara, sum tók ímóti fiski frá útróðrarmonnum. Harvið var tilfeingi ikki tøkt í egnum regi, men vøruumbýti var ikki óvanligt tá í tíðini, peningi var lítið og onki av millum fólk, og tað hendi seg meiri enn so, at kundar ynsktu at selja ull í býti fyri vanligar krambúðarvørur.
Úr hesum kann hugskotið vera komið til íverksetanina um at fáa ullina konverteraða til troyggjur, hosur og undirklæði. Í hesum umhvørvinum vaks eg upp sum smádrongur, gekk tíðum millum hesar fittu konurnar í Bindistovuni í kjallaranum hjá ommu, har sum alt byrjaði. Íverksetanin hespaði uppá seg, og við tíðini kom ull í sekkjum, í stórum rúgvum, úr øllum landinum til bygdina. Úr hesum varð tógv spunnið, og skjótt sótu konur kring um allar Føroyar og díktu á stokkarnar fyri sentralin í Grógv. Vit vóru øll uppi í hesum, vaskaðu ull og pakkaðu, og í aftursjón minnist eg aftur á hetta sum eina sorgleysa og serstakliga góða tíð. Omma hevði eina óvanliga orku. Hon var húsmóðir, mamma, omma, høvuðskokkur, heilsuhjálpari, virkisleiðari etc., ein bygdarmamma, og eg plagi siga, at hon onkuntíð fekk sær ein lúr, mest fyri at vera í tyngd eina løtu, ikki fyri at sova, men fyri støðugt at kunna arbeiða mest møguligt. Í dag høvdu vit rópt hana fyri at vera ein ”arbeiðsnarkoman”. Ein føddur og vitborin leiðari við óvanligum arbeiðsevnum. Hugsi at tað meiri var hugurin at skapa, heldur enn jarðiskt góðs, sum var stimbranin og málið.
Seinri kom Tøtingarvirkið hjá mammubeiggja mínum, Ólavi, og uttan at taka nakað frá nøkrum, so haldi eg meg hóma íleguna, arbeiðsmegina og kveikin aftur úti á Nesi, har ársins íverkseti í 2011 í nýmótans sniði hevur tikið arvin upp í nýggjum og modernaðum hami. Nú Óla Kristian og Navia hava keypt handilin hjá Andreasi í Vágsbotni kann staðfestast, at tað framvegis grør um gangandi fót og at íverksetarahugur kann arvast, eisini um ílegustreingin, hóast ongin trygd er fyri tí yvirhøvur. Óla Kristian er langommusonur sálaðu ommu mína.
Taki ikki hesa persónligu søguna fram av egoistiskum orsøkum, men bert tí at eg kenni hana betur enn aðrar, væl vitandi um, at javnsvarandi søgur finnast kring um allar Føroyar. Søgan prógvar bara, at tað ber til at flyta hugskot úr høvdinum út í lógvarnar á fólki – til virkingar av lutum, sum tørvur er á í samfelagnum og uttanfyri landoddarnar. Sum sálaði vinmaður mín Martin í Grund skrivaði í minningargrein um ommu: ”Vit eru mangir sum við Grønlands strendur kendu hitan úr tínum hondum.” Ullintu undirklæðini úr kjallaranum í Grógv góvu góðan kropsfløva hjá monnum á veiðiferðum í Íshavinum.
Við hesum fari eg at takka Íverksetarahúsinum fyri, at tit valdu at vitja okkum við hesum átakinum í dag. Býin, kommununa, sum stendur og fellur við vinnuligum virksemi, og tí hevur tørv á støðugari kveiking fyri ikki at søkka í mýrulendinum sum ein dinosaurur. Undangróður í hugskotum handan skallabeinini kann gerast viðkomandi og týðandi eftirgróður á vinnumótinum, og í hesum er skeklaður møguleikin fyri at vit, okkara eftirkomarar og komandi ættarleið eiga eitt áhugavert, gott og trygt samfelag at búleikast í. Fyri Runavíkar kommunu fari eg at ynskja tykkum blíðan byr og góðan arbeiðshug í ókomnum døgum, vikum og árum.
Tórbjørn Jacobsen
