Fuglafjarðar Kommuna ynskir at bjóða børnum og ungum eina breiða viftu av tilboðum. Tað upplýsir Árnmar Mellemgaard, leiðari fyri Ungdómstilboðið í Fuglafjarðar Kommunu fyri Eysturoyarportalinnum.
Í kommunukanningini frá seinasta kommunuvali kom fram, at nøgdsemi hjá íbúgvum í Fuglafjarðar kommunu lág væl yvir miðal (á næstfremsta plássi). Ein partur av hesum er óiva tann breiða vifta av tilboðum sum kommunan og felagsskapir bjóða børnum og ungum.
Í hesum døgum legst so enn eitt tilboð afturat. Í longri tíð hevur Fuglafjarðar kommuna arbeitt við einum leisti, har ungdómstilboðið hjá kommununi skal røkka øllum ungum og foreldrum teirra, soleiðis at kommunala tilboðið kennist fevnandi.
Tí sær Ungdómsráðgevingin hjá Fuglafjarðar kommunu nú dagsins ljós.
”Ungdómsráðgevingin hjálpir og ráðgevur teimum ungu og foreldrum teirra, við júst tí, sum teimum tørvar. Ráðgevingin er slóðbrótandi á tann hátt, at vit arbeiða ikki í kassum ella rammum. Ráðgeving til ung og teirra foreldur verður í øllum førum tillaga eftir tørvinum hjá tí einstaka ella teimum einstøku familjunum”, sigur Árnmar Mellemgaard, leiðari fyri Ungdómstilboðið.
”Serliga er tað nýggja tíðarskeiði hjá ungum, sum fyllir í teirra hugaheimi. Hettar hoyra vit eisini aftur í okkara dagliga samskifti við tey ungu, tá vit síggja tey í ungdómshúsinum. Fyrr tosaði man um teir almennu váðarnar hjá ungum og familjum teirra. Í dag er heimurin ein heilt annar, og næstan hvør dagur er øðrvísi enn hin fyrri. Hesum ráðgeva vit javnan teimum ungu í, og teirra foreldrum. Stutt sagt vísa kanningar um okkara leiðir, at fortreytirnar hjá ungdóminum hava aldrin verið betri enn í dag, og kortini síggja vit vaksandi mistrivnað. Hesum, og øðrum avbjóðingum, ráðgeva vit ungum í, og hava vit longu fingið fyrispurningar og uppgávur, um ymisk viðurskifti sum røra seg millum ungdómin hjá okkum”.
Meira kunning um Ungdómsráðgevingina, sæst á heimasíðuni og facebook vanganum hjá kommununi.
Leiðari fyri Ungdómstilboðið í Fuglafjarðar Kommunu er Árnmar Mellemgaard.
Ungdómstilboðið í kommununi fevnir um Ung í arbeiði, Ung 530 og nú eisini Ungdómsráðgevingina.
Hildið verður til á Bakkavegi 34 í Fuglafirði. Telefon nummarið er 238009.
Deil á Facebook