Støkk
Um páskini hava smágentuliðini Nava og Luna, og gentuliðið Urða hjá fimleikafelaganum Støkk luttikið í estetisku kappingini Easter Cup í Greve í Danmark.
Smágenturnar á Nava megnaðu at koma víðari til finaluna, har tær gjørdust nummar 6.
Støkk sigur á heimasíðu síni, at túrurin eydnaðist sera væl, og hava allir íðkarar, venjarar og samskiparar fingið eitt fimleikaminni fyri lívið.





