Víkingur skrivar:
18 ára gamli Arnór Brandsson, 17 ára gamli Jósef Ólavsson Gleðisheygg og 19 ára gamli Jákup Martin Jarnskor, hava allir skrivað undir sín fyrsta sáttmála við barndómsfelagið Víking.
Hópurin hjá okkara besta mansliðið er minkaður nakað í vetur, og ynski hevur verið um at breiðka um hópin aftur. Felagið ynskir í mestan mun, at besta liðið verður mannað við lokalum leikarum, og tí vil man vísa ungum, spennandi leikarum álit, og tað eru hesar undirskriftinar m.a. eitt úrslit av.
Teir tríggir (frá vinstru) Arnór, Jósef og Jákup Martin spældu allir við næstbesta liðnum í fjør, sum vann deildina, og teir tveir fyrstnevndu eisini á U17, sum vann greipuna, og tí er eingin ivi um at teir hava góðar dygdir. Um teir tríggjar kann sigast, at teir allir eru Syðrugøtumenn. Jákup Martin og Arnór hava leikt mest á miðvøllinum, meðan Jósef fyri tað mesta hevur spælt bakkur.
Eftir hart og miðvíst arbeiði gjøgnum nógv ár, hava vit nógvar spennandi ungdómsleikarar, og at hesir, so við og við, banka uppá dyrnar á ovastu hædd, er sera gleðiligt.
Arnór, Jósef og Jákup Martin hava allir gjørt ein tvey ára sáttmála, og vit gleða okkum at síggja meira til teirra í framtíðini.