Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.04.2025 14:31

Úrskurðurin um “rørar-gate”

Árni Fredriksberg hevur fingið 3 dagar leikbann fyri ósømuliga atburð á fótbóltsvøllinum. Hetta hendi, tá ið hann í dystinum ímóti EB/Streymi tann 30.mars, tók uppundir rørrarnar hjá Meinhard D. Geyti, sum eftirfylgjandi sparkaði út eftir Árni og fekk reytt kort.

Fótbóltssamband Føroyar hevur gjørt úrskurð í málinum og kann hann lesast her

Árni má tískil sita uttanfyri komandi 3 dystinar, sum eru í móti Víkingi, HB og B36.