Myndir: Ingolf Gaard
Barnatelving er av álvara við at koma seg aftur, eftir dvaluna undir koronutíðini. TT BarnaOpen varð telvað sunnudagin í hølum Tofta Talvfelags, og luttóku heili 52 børn. Hettar er ein stórur vøkstur, í mun til kappingarnar sum hava verið bæði fyrr í hesum og tey seinastu kappingarárini.
Hettar var ein rokaligur og stuttligur dagur við glaðum og sera spentum børnum, og við stoltum foreldrum sum eygleiddu frá loftinum og á síðulinjuni. Telvað vóru 7 umfør við tíðini 10 minuttir + 5 sekund per leik, og í 2 aldursbólkum: skúlabørn í 4. flokki og yngri og í 5. flokki og eldri.
Í yngra bólkinum vóru 34 luttakarir. Har gjørdist Baldur greiður vinnari, við fullum stigatali, og nummar 2 og 3 gjørdist sytkini bæði, ávikavíst Andrew og Lisa Xin. Tó var onki avgjørt aðrenn síðsta umfarið, tí beint aftanfyri Lisu vóru tað fleiri telvarir bara við 0,5 ella 1 stigi minni. Eisini var stuttligt at síggja, at ongin í bólkinum fór heim uttan stig.
Í eldra bólkinum vóru 18 luttakarir, og var ei heldur her nakað avgjørt áðrenn síðsta umfarið. Har vann Elian kappingina við 6 út av 7 møguligum stigum, og beint í hølinum gjørdist Pætur Andreasen nummar 2, við 5,5 stigum, og Pætur Sundsskarð nummar 3, við 5 stigum.
Talvsamband Føroya vil takka Tofta Talvfelag fyri at hava verið so frálíkir vertir, og takka øllum teimum sum hjálptu til við tiltakinum. Eisini eina tøkk til Súna í Hjøllum, Borgarstjóran, sum hátíðarhelt medaljuhandanina saman við okkum.
Næsta barnatalvkapping verður fyrsta vikuskiftið í mars, og innbjóðing til hesa verður at síggja á heimasíðuni í nærmastu framtíð.















