Føroya Reiðarafelag
Ein arbeiðsbólkur undir ICES hevur kunngjørt ta árligu frágreiðingina viðvíkjandi útbreiðslu av makreli og øðrum uppsjóvarfiski. Niðurstøðan viðvíkjandi makreli er, at vísitalið fyri makrel lækkaði 42% samanborið við 2023, og síðani 2020 er vísitalið lækkað 80%.
Havstovan skrivar, at útbreiðslan av makreli í Norðurhøvum er minkað munandi seinastu fimm árini, og at makrelurin hevur flutt seg meira eystureftir, umframt at útbreiðslan norðanfyri í kanningarøkinum er minkað. Hetta bendir á, at ferðingarmynstrið er broytt tey seinastu árini fimm árini, eftir at makrelstovnurin spjaddist nógv vestur- og norðureftir fyri umleið fimtan árum síðani.
Vísitalið fyri mongdina av makreli er annars tað lægsta síðani 2007 og minnir kanska meira um støðuna, áðrenn makrelstovnurin broytti ferðingarmynstur fyri 15-20 árum síðani. Teir størstu árgangirnar í hesum kanningum vóru annars teir frá 2019 og 2020.
Føroyski uppsjóvarflotin veiddi annars nógvan makrel í fjør, tá ið met varð sett í veiðu eftir makreli – bæði í føroyskum sjógvi og í samlaðu veiðuni. Tá fiskaðu føroysku skipini útvið 176.000 tons tilsamans, og av hesum vórðu útvið 116.000 tons veidd í føroyskum sjógvi og góð 60.000 tons í altjóða sjógvi.
Í løtuni veiða skipini mest í norskum sjógvi, har føroysku skipini hava fingið atgongd ígjøgnum makrelavtaluna, sum varð gjørd í summar.
Frágreiðingin hjá WGWIDE undir ICES kann lesast í fullari long her: International ecosystem summer survey in the Nordic Seas (hav.fo)